Finnast at trygdini

Ein nýggj skipan, allir føroyingar við Netbanka, nú skulu brúka, er bæði ótrygg og fløkt at brúka, siga atfinningar

Tað eru nógv, sum finnast at trygdini í nýggju skipanin, føroysku peningastovnarnir nú fara at tak í nýtslu í samband við netbankan.

Tað sigur Signar Nielsen, KT-verkfrøðingur.

 

Hann leggur afturat, at tað hevur eisini verið funnist at, at skipanin er ikki so løtt at brúka.

 

Eftir hansara tykki er eingin orsøk at halda, at nýggja skipanin er tryggari enn tann, vit nú hava.

 

Hann vísir eisini á, at avtalan um hesa NemID gongur út í 2017 og enn er óvist, hvussu verður vorðið eftir tað, tí tá skal arbeiðið at menna skipanina meiri, bjóðast út.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr KT verkfrøðingin greiða frá.