seljarunum vrakaðu hesar ætlanir. - Vit kunnu staðfesta, at viðurskiftini, sum nú eru galdandi á føroyska rávørumarknaðinum, virka ímóti, at fiskur verður meirvirkaður á føroyskum fiskavirkjum. Støðan er [...] landinum, eru støðugt vaksandi, og stóri taparin er í síðsta enda føroyska samfelagið. Í greinini verður sagt, at Ráfiskakeyparafelagið hevur boðað Fiskimálaráðnum frá støðuni og gjørt greitt, at nú má politiski [...] onnur Ráfiskakeyparafelagið sigur seg at enda einki hava ímóti, at útlendingar keypa fisk á føroyskari uppboðssølu á jøvnum føti við føroyskar keyparar, treytað av omanfyri nevndu reglum.
, tí vit hava verið noydd at royna fólk, sum eru óvandar á plássinum. Nú Christina er við aftur, er hesin trupulleiki burturi, og ikki minst í verjupartinum styrkir hetta um hjá okkum. Annars eru VB genturnar [...] heili 12-1 til VB. Úr Vágunum frættist, at trygga VB leiðslan ikki minst varð grundað á stórspæl frá málverjanum, Guðrun á Lágabø, og einum framfýsnum verjuspælið, har serliga Gurið Mortensen gjørdi sítt til [...] Christina við aftur Millum tær, sum hesa ferð vóru á VB liðnum, var landsliðsleikarin, Christina Holm. Hon er júst um at koma fyri seg eftir knæskaða, og nú hon kortini hevur bundið frið í ein mánað, hevur
óg, men allíkavæl eru massakrir als ikki óvanligar. Tað gerst alsamt verri hjá frómum ameriku-hatarum at halda svikaligu leinkjuni á lívi. Tí um skottilburðir í skúlum veruliga eru eitt produkt av einum [...] úrslit av, at skotvápn eru til, er sum at forklára al- Qaeda fyribrigdið sum eitt úrslit av, at flogfør eru til. Slík forkláring blindar við at gera drápsamboðið til skurðgud, tá ið vit ístaðin eiga at tríva [...] stinga 22 børn niður við einum køksknívi! So... ja, eg veit ikki, skulu vit banna allar køksknívar, ella bilar, tí at hesir eru (mis-) nýttir í flest massamorðum í Kina — sum forrestin hevur eina sera
fyri Føroyar. Hyggja vit rundan um okkum í heiminum, og ikki minst í Europa, so eru fíggjarviðurskiftini mangan verri, og almennu sparingarnar nógvar ferðir harðari. Kortini eru ábreiðslurnar móti sitandi [...] til ta tíð, heldur enn at avtaka hann nú, og so byrja av nýggjum. Sum er, hevur hann eitt grundstøði at standa á. Ein løgin útsøgn Undir einum orðaskifti í tinginum nú um dagarnar kom formaður Javnaðarfloksins [...] kann ikki vera skeivt. Eftir míni uppfatan sær út til, at verandi fíggjarlógaruppskot er á góðari leið. Eisini um vit samanbera okkum við londini rundan um okkum. Mín meting er eisini, at fíggjarlógarstøðið
fremstu á 70 metrum. Og hóast hann togaði 19 av hesum heim aftur á 50 metrunum, so varð ikki roknað við, at tað skuldi bera til at taka alt aftur. Ikki minst tí bestu skjúttarnir eru somiki javnir á 30 metrum [...] metrum, at tað aloftast eru heilt fá stig, sum kunnu flytast í hesum. Men stútt og støðugt át Jógvan seg kortini inn á mótstøðumenninar. Eisini hóast hann ikki tóktist geva hesum far yvirhøvur. - Sum eg [...] eg havi skilt tað, so liggja vit frammarliga í compound, og eg haldi, at recurvarnir hava vunnið. Annað veit eg ikki. Soleiðis fullu orðini, tá vit skiftu orð við Jógvan eftir seinastu ørvarnar, og sjálvur
trupulleiki, um vit ikki í hesum tíðum, eisini í samgonguni, megna at lyfta í felag. Og tá meini eg við, at vit halda okkum til tær ætlanir, sum samgongan ger, og at øll tey fólk, sum eru innanfyri samgonguna [...] áheitan, at vit fara eftir einum felagsmáli. Tað er eitt veldugt arbeiði í sær sjálvum, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, á tíðindafundinum um landsstýrisseminarið á Gjáargarði [...] Onki mál Á tíðindafundinum í gjár greiddi Kaj Leo Johannesen, løgmaður frá, at hann hevði 30 síður av við málum, sum samgongan arbeiðir við. Harumframt hevur løgmaður fleiri ferðir lagt dent á, at eitt
at inntøkurnar, sum eru settar í fíggjarlógaruppskotið, helst eru á eini leið, kemur einki óvart á. Heldur eru tað útreiðslurnar, sum eru settar alt ov lágt, vísir Vilhelm Johannesen á. - Samgongan hevur [...] vísir harumframt á, at inntøkurnar á fíggjarlógini eru mettar ov høgt. - Tað eru fleiri tekin í høvuðsvinnuni, sum benda á, at vøksturin er við at steðga, og tí meti eg, at inntøkurnar eru mettar ov høgt [...] ómøguligt, nú at fara at fremja sparingar á hesum økjum, metir Vilhelm Johannesen. Vilhelm Johannesen metir, at sum fíggjarliga støðan sær út í løtuni, noyðast vit helst at ásanna, at undirskot verður á fíggjarlógini
Klakvíkar kommuna hevur gjørt skaða á elstu búsetingina í býnum, á Akursmørk, sigur stjórin á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, við Norðlýsið. Hann sigur, at hetta er bæði álvarsamt og óskiljandi. Tað er í [...] fornminni eru friðað við lóg og Norðoya Fornminnissavn hevur boðað Klaksvíkar kommunu frá, at økið við Akursmørk er serstakliga áhugavert sum fornminni. Mett verður, at búsetingarnar á Akursmørk eru eldri [...] fornminnum, at teir uttan nakað fyrilit eru farnir at grava har skrásett fornminnir eru, sigur Herleif Hammer við Norðlýsið, og kallar hetta eina skandalu. - Vit vita ikki enn hvussu stórur skaðin er, men
sum skal svara á tingfundinum mikudagin. Helgi Abrahamsen vísir á, at í fleiri ár hava nógvir føroyingar havt trupult við at sleppa framat til tannlæknaviðgerð. Vanliga verður sagt, at vit eiga at hava ein [...] 2005, at hann fylgdi við á hesum økinum, og um átakið ikki broytti støðuna, so mátti politiski myndugleikin, saman við Føroya Tannlæknafelag seta onnur tiltøk í verk. Nú fimm ár eru liðin, og tannlæknatrotið [...] hesar spurningarnar: 1. Hvussu nógvir tannlæknar eru í Føroyum í løtuni? 2. Metir landsstýrismaðurin, at talið av tannlæknum er nóg høgt, fyri at nøkta tørvin á tannrøktini? 3. Um talið ikki er nóg høgt, hevur
málningar og verk á pappíri, sum snúgva seg um mánalýsi og skugga. Myndirnar eru abstraktar og dynamiskar við ferð á strokunum. Samstundis sum máliprosessin tykist spontan og vill, eru myndirnar merkt av [...] Julie Sass hevur tikið lut á mongum framsýningum her á landi saman við m.a. føroyskum listafólkum t.d. Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum, í Norðurlanda-húsinum á listaeventinum á G!Festivalinum og í Steinprenti [...] ferð í tí ókenda. Hetta eru verk, tú kanst hyggja leingi eftir. Tá varnast tú hvussu sterkur myndabygnaðurin er, hvussu skroypilig javnvágin er. Litirnir eru tónaðir niður og vit uppliva eitt samandrigið