Keyparar standa fast við semjuna

Ráfiskakeyparafelagið hevur boðað Fiskimálaráðnum frá støðuni og gjørt greitt, at nú má politiski myndugleikin áseta neyðugar reglur í lógum og kunngerðum ? reglur, ið hava sama endamál sum semjan, ið var gjørd millum Ráfiskakeyparafelagið og Ráfiskaseljarafelagið

Uppboðssøla

Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum er grein um nýggju støðuna innan uppboðssølu í Føroyum.
Í greinini verður sagt, at arbeitt hevur verið við reglum sum áseta góðar og tryggar karmar fyri sølu og landing av ráfiski.
- Hetta arbeiði var í summar komið so langt áleiðis, at semja var um stovnan av uppboðssøluni. Viðvíkjandi reglum um sølu og landing av fiski var eisini semja um allar meginspurningar, og Fiskimálaráðið hevur fingið upprit við lýsing av hesum sendandi frá báðum pørtum.
Greinskrivarin harmast um ta vend, sum hetta málið fekk, tá ið ein meiriluti av seljarunum vrakaðu hesar ætlanir.
- Vit kunnu staðfesta, at viðurskiftini, sum nú eru galdandi á føroyska rávørumarknaðinum, virka ímóti, at fiskur verður meirvirkaður á føroyskum fiskavirkjum. Støðan er trupul hjá øllum fiskavirkjunum, nøgdirnar av óvirkaðum fiski, sum fer av landinum, eru støðugt vaksandi, og stóri taparin er í síðsta enda føroyska samfelagið.
Í greinini verður sagt, at Ráfiskakeyparafelagið hevur boðað Fiskimálaráðnum frá støðuni og gjørt greitt, at nú má politiski myndugleikin áseta neyðugar reglur í lógum og kunngerðum ? reglur, sum hava sama endamál sum semjan, ið var gjørd millum feløgini.
Nevndin í Føroya Ráfiskakeyparafelag stendur sostatt fast við umrøddu semju við Ráfiskaseljarafelagið, sjálvt um fleiri virkir fara so langt sum at krevja landingarskyldu av øllum feskfiski.
Í greinini á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum verður sagt:
- Í stuttum kann sigast, at tað, sum felagið metir verða neyðugt er, at -

* allur feskur fiskur, sum verður veiddur og landaður, skal støddar-og góðskuskiljast
* allur fiskur, sum fer heilur av landinum, skal av loyvishavara seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum, støddar- og góðskuskildur.
* skipan má gerast sum eisini umfatar djúpvatnstrolararnar, so hesi skip koma undir somu reglur fyri sølu og landing sum onnur
Ráfiskakeyparafelagið sigur seg at enda einki hava ímóti, at útlendingar keypa fisk á føroyskari uppboðssølu á jøvnum føti við føroyskar keyparar, treytað av omanfyri nevndu reglum.