Agga Niclasen
meining@meyl.fo
----
Her er ongin alheimsupphiting. Men lat okkum bara siga, fyri ein ringan ordans skuld, at heimurin gerst heitari. So, tí vit hava eitt økt útlát av kapitalistiskum CO2, tá má tað vera av hesum sama koltvísúrevni, at heimurin gerst heitari. Henda hissini leinkja svarar til at fortelja fólki, at sølutølini fyri hvítar skjúrtur eru metgóð í Skálki, og at hetta sæst aftur í alsamt fleiri Suzuki-venjandi violinistum.
Eftir hatta ræðsluvekjandi blóðbaðið í einum skúla í Connecticut, har 26 fólk vórðu myrd, harav 20 børn, hevur kjakið um amerikansku “vápnamentanina” fingið seriøst ravnaflog. Sambært betrivitandi viðmerkjarum er tað givið, at av tí at skotvápn eru so atkomulig í Amerika, fara fólk fyrilitsleyst at skjóta eftir skúlabørnum.
Altso, júst sum við kunsturliga sambandinum, CO2 og upphiting, hvítar skjúrtur og methøg rekruttering av violinistum, so er eisini við skúlaskjótaríunum í Amerika: lin skotvápnalóg, nógvar skúlamassakrir! Simple—fáa vit at vita frá konservativa vinstravonginum.
Men, passar hetta? Ella, spyr teg sjálvan: “Hóast mítt hús var pinnpakkað við revolvarum og riflum, hevði eg tá myrt mammu, skotið meg ígjøgnum nonnuskúlan og annars roynt at dripið so nógvar næmingar sum til ber?” Sjálvandi hevði eg ikki tað. Eg hevði verið svakur at gjørt slíkt. Nokkso sersvakur, enntá. Og var eg sersvakur, men uttan atgongd til skotvápn, tá hevði eg funnið eitt annað vápn.
Tak Henan-landslutin í Kina fyri ársskiftið, har ein ungur kinverji fyrst drap eina eldri damu fyri síðani at stinga 22 børn niður við einum køksknívi! So... ja, eg veit ikki, skulu vit banna allar køksknívar, ella bilar, tí at hesir eru (mis-) nýttir í flest massamorðum í Kina—sum forrestin hevur eina sera striksa skotvápnalóg?
Nei, brúka heysin, og lat vera við at bólka teg saman við lættisoppa, javnaðarsligu meiningini: at Sandy Hook School-vanlukkan skyldast landsins liberalu skotvápnalóg! Skotvápnalógin í Connecticut er faktiskt ikki so lin, sum nógvir viðmerkjarir so øgiliga gjarna vilja hava teg at halda. Sum dømi var skotvápnalógin í Englandi heilt inntil millumkrígstíðina so lin, at Texas-búgvar høvdu svølgt tubbakið. Vóru skúlaskjótaríir vanligt fyribrigdi í Hammersmith og Elephant and Castle? Bestemt ikki. Strangari vápnalóg kom sum úrslit av, at bretska stjórnin fór í panikk. Hon óttaðist eina kollvelting.
Og Sveis? Flest heim eru pillfull við ógvusligum skotvápnum. Kortini er tað eins friðarligt í hesum aðramáta ryggleysa neutralitets-landi og á Sevmýri sunnudag kl. 3. Ella Týskland? Proysarir elska sína stívu skotvápnalóg, men allíkavæl eru massakrir als ikki óvanligar.
Tað gerst alsamt verri hjá frómum ameriku-hatarum at halda svikaligu leinkjuni á lívi. Tí um skottilburðir í skúlum veruliga eru eitt produkt av einum grundlógarískoyti, ið eggjar fólki at ogna sær skotvápn, hvussu ber tað so til, at skúlaskjótaríir fyrst fara á flog árla í 80unum? Skotvápn hava verið atkomandi í meiri enn tvær øldir, men slakt sum tað í Connecticut og Columbine, er eitt nýligt fyribrigdi. Ikki fyrr enn vit koma til 60ini, serliga 80ini, uppliva vit “hópdráp í skúlum”, har málið er at myrða so nógv ungfólk sum gjørligt uttan nakra sum helst eyðsýniliga grund... ikki eingong nakað so forstáiligt sum hevnd.
Harumframt, um vit taka Amerika sjálvt, verða dupult so fá fólk dripin í Colorado sum Illinois (fólkatal justerað). Og Utah og Wyoming eru á spren við skotvápnum, men drápstalið er so øgiliga nógv lægri enn tað í statum við skerpaðari skotvápnalóg, til dømis California og New York. Aftur, null samsvar.
Tessvegna er tað alt ov simplistiskt at konkludera, at av tí at vápn eru vanligt inventar í amerikanskum heimum, fara skúlanæmingar at skjóta sínar floksfelagar.
Hasi, ið háðandi finnast at amerikansku “vápnamentanini”, lasta gamalsligar og minni dannaðar bønarmenn og bóndar, bíbliuóttandi arbeiðarar, ið elska sína rifflu. Vit vita sjálvsagt útmerkað, hvønn tann rættsiktaða og ráðaríka fín-elitan meinar við: suðurstátamenn, religiøsir ekstremistar, ið garanterað ikki trúgva ikki uppá alheimsupphiting, eru ímóti bøssabrúdleypum, men æra skotvápn; óskúlaðir neandertalarir, ið hava mist alt vit og skil og allan logiskan sans sum úrslit av kristniskúlum; mannfólk, ið stuðla Charles Heston og eitra alt Amerika meðan teir tosa við mati í munninum ílatnir skógmansskjúrtu og kiksutum keppi, sleva og tyggja tubbak og ganga yvir reytt.
Eg sigi bara, “vælsignaði tú, hygg at myndini av Adam Lanza, ótýggið handan Connecticut-massakrini!” Ella, uppaftur betri, eini video ella yvirlýsing eftir onkrum av hesum óndu skúlaskjótarum, líka frá Columbine til Virgina Tech. Sært tú ein vápnaprísandi suðurstátamann í hesum upptøkum og orðum, ella faktiskt eina væl øðrvísi, meiri modernaða mentan í umbúna?
Eg síggi ungdóm uppaldan at halda seg vera eitt slag av mini-Gud, hvørs narsisistiski sálarkvølur og ilska altíð skal takast í rámasta álvara. Børn uppvaksin í eini verð, sum í alt størri mun vil hava okkum at dyrka ein persónleika, helst ein sjálvsovurmetandi og sjálvrættvísan ein, sum kann flasha sín, sambært foreldrunum, gevaldiga genialitet umvegis YouTube og Facebook.
Eg síggi ungfólk, ið taka synd í sær sjálvum, men kortini so full av sær sjálvum, at teimum tørvar oksygen; har hvussu Eg havi tað og hvat Eg havi brúk fyri, altíð trumfar øll sosial og samfelagslig atlit. Ja, so uppglødd av sær sjálvum, at tey eru fullstendiga fremmand fyri nøkrum formi fyri felagsskapi, tíansheldur moralskum normum.
Eg síggi sjálvsást, tá ið ringast ber á. Ikki nakra “vápnatilbiðjandi mentan”. Humbukk. Men tað krevur so eisini, at tey ráðandi og meiningsmyndandi klassin átekur sær skyldina fyri eina avlagaða og yvir-individualistiska statsverð, ið tey hava verið við til at skapt.
Ávísar avísir tordu eisini at upplýsa, at Adam Lanza var mentalt brekaður. At hann hevur tikið avbera kraftafullan og illa testaðan “heilivág”, eitt nú Ritalin og Prozac, sum modernað medisin lættliga skamtar til leidd og rusut børn, ið ikki passa inn í toleranta vælferðarstats-modellið hjá modernaðum sosialistum, men sum saman við narsisistiskari nihilismu er ein væl sannlíkari grund til skúlaskjótari enn nøkur lin vápnalóg, sum hevur verið til í meiri enn tvær øldir.
Men vit vita ikki hetta við vissu. Fjølmiðlarnir hava ongan áhuga, og er tað ivaleyst eisini ov sárt og samansett hjá teimum at viðgera. Vit vita tó, at ein av Columbine-drápsmonnunum, Eric Harris, sum Michel Moore gloymdi at finnast at í hansara patologisku films-trongd at lasta konservativar Rednecks, var á tankaleysum og ørandi medisini av júst hesum slag. Sum so nógvir aðrir skúlaskjótarir.
Fetisheringin av akkurát hvussu skúlaskjótararnir drepa, útinna sína gerð, er forrestin ein bíligur máti at sleppa undan at viðgera teir kulturellu faktorar, ið eru við at evna slíkar gerðir. Tekniska útinningin av drápinum, at skotvápn blivu brúkt, er endað sum ein malplaserað neyðarhugsan: tað er ikki so nógv tað, at fólk blivu myrd, men hvussu tey blivu tað, ið hevur týdning fyri uttanífrá-starandi evropearan.
Saman við terrorismu, ikki bara islamiskari, men eisini hasi hjá postmodernistiska Breivik, er skúlaskjótarí hin mest víðgongdi formurin fyri narsisismu í dag. Bara fráveran av nøkrum sum helst moraliteti, “at tað er skeivt at terrorisera ein skúla”, “at tað er skeivt at skjóta eina seks ára gamla gentu í høvdið”, er grúuliga órógvandi. Og tað er for tramin tað, vit eiga at hugsa um, og fordøma. Ikki hvat slag av vápni, óndi miðalklassa-svaklingurin brúkti.
Tað er handa ótolandi promoveringin av kulturellari sjálvshevjan framum sivilan felagsskap, individuellur samleiki framum samborgaraskap, ið er problemið. At forklára, at skjótarí í skúlum er eit úrslit av, at skotvápn eru til, er sum at forklára al- Qaeda fyribrigdið sum eitt úrslit av, at flogfør eru til.
Slík forkláring blindar við at gera drápsamboðið til skurðgud, tá ið vit ístaðin eiga at tríva í hasa sjúkligu líkasæluna, ið fyllir hesar anti-sosialu verur, sum brellast eftir at blíva stjørnur og súmbol uppá alt tað, ið ætlandi er galið við Amerika.
So heldur enn at skjóta eftir ófantaligum, fátækum og ómodernaðum fólki, ið havna ideologiina um alheimsupphiting og kela fyri sínum revolvara, skjóti eg upp, at vit skjóta eftir teimum, sum upp í saman tosa um hvussu viktigur Tú ert, hvat Tú følir, at Tú ikki skal finna teg í at verða ignoreraður og, ja, at alt melur í klingur um Teg.
Tað er av hesum super-individuella og fremmandagjørda bangilsis-kulturi, hesi javnaðarstevnu, har ongin tekur ella ber ábyrgd fyri nøkrum, at skúlaskjótarí blivu populer, og hví tey fara at halda fram við at vera tað.
* www.dailymail.co.uk/sciencetech/article-2217286/Global-warming-stopped-16-years-ago