Í politikki eru mong tiltøk neyðug – men onkur útsøgn er tápulig

Tá summarið er farið at halla byrjar í mongum londum politiska lógararbeiði aftur. Í okkara grannalondum byrjar hetta um heystið, men hjá okkum í Føroyum er tað longu á Ólavssøku, tá tingið kemur saman, og løgmaður heldur sína høvuðsrøðu. Síðani verður farið undir arbeiðið, og longu nú í byrjanini av oktober liggja um leið 40 lógaruppskot til viðgerðar í tinginum.

Fíggjarviðurskifti
Eitt av høvuðsmálunum er uppskotið til nýggja fíggjarlóg. Fíggjarlógin gevur eina mynd av landsins búskaparviðurskiftum og er karmurin um meginpartin av almennu aktivitetunum. Tað til eina og hvørja tíð sitandi lands­stýrið hevur høvuðsábyrgdina av hesum aktiviteti, men politiska andstøðan vil sjálvandi eisini gera seg galdandi, eins og fólk yvir­høvur mangan í stóran mun gera vart við seg í almenna kjakinum.

Hesu ferð er fíggjarlógaruppskotið fyri 2013 serliga merkt av, at roynt verður at spara og tátta í á teim ymisku útreiðslupostunum. Høvuðsuppgávan er at minka um fíggjarhallið, og harvið eisini økja sum minst um lántøku lands­kassans. Hetta er í hesum tíðum ikki nakað serstakt fyri Føroyar. Hyggja vit rundan um okkum í heiminum, og ikki minst í Europa, so eru fíggjarviðurskiftini mangan verri, og almennu sparing­arnar nógvar ferðir harðari.

Kortini eru ábreiðslurnar móti sitandi landsstýri rættiliga ógvus­ligar. Bæði frá andstøðuni og ikki minst frá fólki í almenna kjakinum. Eg skal ikki taka støðu til einstøku postarnar á fíggjarlógini. Raðfestingarnar má Løgtingið taka støðu til, tá endaliga samtyktin verður gjørd. Men tað, at atlit verða tikin til samlaða samfelagsbúskapin, og at ansað verður eftir, at ikki ov stórt hall og harvið eisini ov stór almenn lántøka skaklar bæði samfelagsbúskapin og landskassan, kann ikki vera skeivt. Eftir míni uppfatan sær út til, at verandi fíggjarlógaruppskot er á góðari leið. Eisini um vit samanbera okkum við londini rundan um okkum.

Mín meting er eisini, at fíggjar­lógarstøðið, hóast sparsemi, gevur møguleika fyri framhaldandi menning av samlaða búskapinum. Búskapurin í einum landi er ikki bara almenni sektorurin. Ikki minni týdningarmikli parturin av honum eru fíggjarligu umstøð­urnar hjá vinnulívinum og privatu húsarhaldunum, bæði tvey í víðari merking. Tað er her grundarlagið fyri samfelagsins inntjening verður skapt. Tað vil siga, at bæði vælstandurin, og harav stavandi vælferðin, hevur sítt støði í fólk­sins og vinnulívsins virksemi. Tað avkast, sum virksemið hjá fólki og vinnufyritøkum gevur, er samfelagsins primera inntøka. Tá almenni sektorin (landskassin og kommunur) skal nýta pening til sínar uppgávur, má hann fáa hann frá privata sektorinum. Hetta fæst so við skatti, meirvirðisgjaldi og øðrum gjøldum.

Tað eru ymiskar uppfatanir av, hvør eigur inntøkurnar frá arbeiðskapandi virksemi. Nøkur halda, at tað almenna eigur fyrsta rættin til inntøkuna, meðan persónurin ella virkið kann sleppa at hava restina. Hitt sjónarmiðið er, at tann sum ger arbeiðið eigur fullan rætt til sína løn, men má síðani samfelagsliga lata nakað av henni sum skatt og/ella gjøld til almenna húsarhaldið. Hesar uppfatanirnar síggjast aftur, tá summi, millum annað framstandandi politikarar, í ramasta álvara siga, at tá fólk við góðari inntøku skulu rinda ein ávísan prosentparti minni í skatti enn tey gjørdu áður hava fingið eina gávu frá tí almenna. Veruleikin er jú sjálvandi tann, at tað er teirra gáva til tað almenna, sum er minkað.

Her vil eg tí í stuttum umrøða tær broytingar, sum gjørdar vóru í landsskattinum fyri einum lítlum ári síðani. Ásett var eitt skattafrítt mark uppá kr. 65.000 og síðani varð landsskatturin 20 % upp til kr. 500.000. Inntøkurnar omanfyri 500.000 verða síðani skattaðar nakað hægri. Hetta varð eitt stórt skattapolitiskt framstig, og eg eri sannførdur um, at hetta eisini búskaparpolitiskt er sera klókt. Møguliga skulu onkrar smærri justeringar til, men sum tíðin líður, tað vil siga um eitt ár ella tvey, fer hetta at vísa seg í búskaparvøkstri, ein vøkstur, sum longu spakuliga er at síggja. Í hesum sambandi skal eg leggja afturat, at ein hækking av kommunala skattalágmarkinum átti at verið framd.

Síðani er tað hin broytingin, sum varð framd, nevniliga skattingin av pensiónsgjøldum við inngjald heldur enn útgjald. Funnist hevur verið at hesum, og onkur hevur sagt, at hetta er at skattapeningurin hjá komandi ættarliðum. Hetta passar snøgt sagt ikki. Peningurin, sum her verður skattaður, er tann, sum tryggingarfeløgini annars vildu havt at arbeiða við. Nú fær landskassin tað ístaðin. Skattgjaldarin fær sín part við rentum, tá hann nær pensiónsaldur, og tá fær hann tað skattafrítt. Tað er helst einki at ivast í, at tá ávísir umleggingartrupulleikar eru beindir av vegnum, tá vera so gott sum øll glað fyri skipanina. Og pensiónsgjøldini fara neyvan heldur at minkað, sum árini ganga, so landskassin fær helst eisini sín part í komandi árum.

Ólavsøkurøða løgmans
Á ólavsøku heldur løgmaður sína tróntalu. Hon er umfatandi og viðger flest øll samfelagsmál. Tað skuldi tí verið nóg mikið hjá øðrum politikkarum, fjølmiðlum og viðmerkjarum at umrøtt. Hesu ferð var tað tó bert eitt lítið petti av røðuni, sum fekk meginpartin av viðmerkingunum. Tað vóru hesi orðini: “Tað verður neyðugt at skipa okkara ríkisfelagsskap av nýggjum. Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum.” Hendan útsøgn er týdningarmikil, tí tað er landsins politiski leiðari, sum sigur, at
1. Ríkisfelagsskapurin , t.v.s. statsrættarliga støðan skal broytast
2. Tað skulu vera trý sjálvstøðug ríki í einum nýggjum ríkjafelagsskapi

Vónandi gongur dreymur løgmans út. Vit kenna til aðrar landsleiðarar, hvørs dreymar gingu út. Nebukadnezar kongur droymdi á sinni um framtíðina hjá ríki hansara, og Farao kongur Egyptalands droymdi um tey sjey góðu og tey sjey soltnu árini. Ein ávaringardreymur, sum er galdandi enn á døgum. Men dreymatýðari Faroes, hebrearin Jósef, hevði eisini sínar dreymar. Tá hann segði brøðrum sínum frá sínum dreymum, illskaðust teir á hann og seldu hann til Egyptalands, teir vildu sleppa av við hann. Tíverri ljóðar, at nakrir av floksfeløgum løgmanns eisini hava ætlanir um at koyra hann frá sum floksformann. Vónandi eydnast hetta ikki. Tvørturímóti er vónin, at tað eydnast løgmanni saman við øðrum góðum kreftum at gjøgnumføra ríkjafelagsskapin. Eitt fyrsta stig kundi verið at fáa avgreitt stjórnarskipanarlóggávuna.

Landsbankin
Eitt av málunum, sum landsstýrið hevur lagt fyri tingið, er uppskotið um avtøku av Landsbankanum. Her má eg siga, at eg ikki eri samdur við landsstýrið. Tað kann vera, at nakrir tankar um rationalisering kunnu geva eina meining, men at avtaka ein, hóast alt, týdningarmiklan stovn er ikki rætt. Sum aktivur politikari í sjeyti- og áttatiárunum minnist eg væl umstøðurnar tá og stríðið fyri at fáa stovnsett Landsbankan. Eg var rættiliga nógv við í viðgerðini av málinum og fekk enntá hóttanir móti mínum privata livibreyði, tí eg tók undir við tí. Í Fólkaflokkinum vóru kreftir, sum gingu ímóti stovnsetingini, men tá avgerðin skuldi takast, atkvøddi flokkurin fyri saman við hinum flokkunum í táverandi landsstýrissamgonguni. Einasti flokkur, sum atkvøddi ímóti, og sum mær vitandi altíð hevur verið ímóti, var Sambandsflokkurin.
Tað eru nú røddir frammi, sum vilja niðurgera týdningin av Landsbankanum, men tað var væntandi frá tí umhvørvinum. Sjálvt um bankin ikki hevur tjóðbankaheimildir, so hevur hann stóran praktiskan týdning á fleiri økjum. Eg kundi ynskt, at hann hevði fleiri uppgávur og heimildir, men tað kemur kanska, tá ríkjasáttmálin verður veruleiki. Tað er betur at útbyggja hann til ta tíð, heldur enn at avtaka hann nú, og so byrja av nýggjum. Sum er, hevur hann eitt grundstøði at standa á.

Ein løgin útsøgn
Undir einum orðaskifti í tinginum nú um dagarnar kom formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen, við eini løgnari fráboðan. Hann kunngjørdi – og endurtók tað eisini í útvarpssamrøðu – at so leingi hann var formaður Javnaðarfloksins, kom ein samgonga millum hansara flokk og Fólkaflokkin ikki uppá tal. Grundgevingar hansara fyri hesum vóru heldur ikki væl dokumenteraðar.

Ein slík fráboðan er nakað av tí mest tápuliga ein floksleiðari kann koma við. So leingi, sum vit í Føroyum halda okkum til eina skipan við meirilutalandsstýri, eru allir flokkar noyddir at vera liðiligir, tá landsstýri skulu skipast. Endamálið er jú at fáa ein meiriluta, og fyri hvønn flokk sær ræður eisini um at royna at koma upp í hendan meiriluta. Tá ein stórur flokkur útilokar ein annan stóran flokk, tá kortsluttar hann í ávísan mun støðuna. Hetta er ikki tekin um búnaðarskap fyri ein politiskan leiðara. Slíkt sigur meira um tann, sum kemur við slíkum hóttanum enn um tann, ein roynir at útiloka.