Helgi spyr um tannlæknatrot

Á tingfundinum mikudagin fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, at seta Aksel Johannesen, landsstýrismanni, ein fyrispurning um tannlæknatrotið í Føroyum.

- Metir landsstýrismaðurin, at talið av tannlæknum í Føroyum er nóg høgt, fyri at nøkta tørvin á tannrøktini, og um ikki, hevur politiski myndugleikin so tikið nøkur stig, fyri at nøkta tørvin? Hetta er ein av spurningunum, sum Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, fer at seta Aksel Johannesen, landsstýrismanni, sum skal svara á tingfundinum mikudagin.

Helgi Abrahamsen vísir á, at í fleiri ár hava nógvir føroyingar havt trupult við at sleppa framat til tannlæknaviðgerð. Vanliga verður sagt, at vit eiga at hava ein tannlækna fyri hvørjar 1000 íbúgvar, um viðgerðartørvurin skal nøktast, men longu fyri fimm árum síðani var talið av tannlæknum í Føroyum komið niður á 40, og av teimum var helmingurin oman fyri 55 ár. Sagt var tá, at bert fimm føroyingar lósu til tannlækna, og at trupult var hjá teimum, sum ikki vóru í sjúklingaskipanini, at fáa nakra viðgerð, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann vísir á, at Tannlæknafelagið gjørdi eitt átak, har roynt var at fáa ungar føroyingar at lesa til tannlækna, og táverandi landsstýrismaður í heilsumálum segði, í sambandi við ein fyrispurning í løgtinginum í apríl 2005, at hann fylgdi við á hesum økinum, og um átakið ikki broytti støðuna, so mátti politiski myndugleikin, saman við Føroya Tannlæknafelag seta onnur tiltøk í verk.

Nú fimm ár eru liðin, og tannlæknatrotið framvegis er ein trupulleiki, setir Helgi Abarahamsen, landsstýrismanninum, hesar spurningarnar:

1. Hvussu nógvir tannlæknar eru í Føroyum í løtuni?

2. Metir landsstýrismaðurin, at talið av tannlæknum er nóg høgt, fyri at nøkta tørvin á tannrøktini?

3. Um talið ikki er nóg høgt, hevur politiski myndugleikin so tikið nøkur stig, fyri at nøkta henda tørvin?

4. Um nøkur stig eru tikin, hvørji eru so úrslitini av teimum?

5. Hvussu nógvir føroyingar lesa til tannlækna í løtuni?