Fínteljing í trý korter

Tvær ferðirnar eftirhugdu dómararnir í bogaskjóting skorutalvurnar. Bert eitt stig skildi teir tríggjar fremstu skjúttarnar, men gullið varð verandi føroyskt

Lerwick: Seinastu pílarnir í FITA-kappingini hjá bogaskjúttunum vóru sendir av stað um hálvgum trý tíðina seinnapartin týsdagin. Eftirfylgjandi boðini frá leiðarunum vóru, at tað fór at taka um eitt korter, áðrenn endaliga úrslitið fyrilá, og so settust føroyingarnir spentir at bíða.
Í liðkappingini tóktist eingin ivi vera um, vat Føroyar vóru væl á odda, og hjá kvinnunum hevði Sigrid við vissu vunnið sær bronsu í compound.

Visti einki
Hinvegin var sera stórur spenningur um heiðursmerkjabýtið hjá monnum. Jógvan Niclasen tóktist annars hava spilt sær spælið, tá hann misti 29 stig móti teimum fremstu á 70 metrum. Og hóast hann togaði 19 av hesum heim aftur á 50 metrunum, so varð ikki roknað við, at tað skuldi bera til at taka alt aftur. Ikki minst tí bestu skjúttarnir eru somiki javnir á 30 metrum, at tað aloftast eru heilt fá stig, sum kunnu flytast í hesum.
Men stútt og støðugt át Jógvan seg kortini inn á mótstøðumenninar. Eisini hóast hann ikki tóktist geva hesum far yvirhøvur.
- Sum eg havi skilt tað, so liggja vit frammarliga í compound, og eg haldi, at recurvarnir hava vunnið. Annað veit eg ikki. Soleiðis fullu orðini, tá vit skiftu orð við Jógvan eftir seinastu ørvarnar, og sjálvur vildi hann ikki reiðiliga trúgva útsenda blaðmanninum, tá boðini nú vóru, at gullið kanska var ein møguleiki.
- Okey. Tað ljóðar bara gott. Men har havi eg slettis ikki fylgt við. Í morgun skuldi eg heinta 29 stig, og undan hesum manglaði eg framvegis 10. Og eg haldi meg ikki hava skotið serliga væl á 30 metrum. Á 50 gekk hampuligt í mun til veðrið, men hetta er ikki soleiðis, at eg eri ovurfegin um skotini, helt hann.
Áðrenn seinastu skotini vóru boðini, at tú var fýra stig frá gullinum. Heldur tú teg so hava ein møguleika.
- Eg veit ikki. Eg fekk 28 hesaferð, so um fremsti maðurin hevur kiksað, so kanska. Tað mugu vit bara vóna.

Tvær fínteljingar
Og so var at bíða og vóna. Minuttirnir gingu spakuliga avstað, men dómararnir lótu ikki við seg koma.
Aftan á kundi staðfestast, at orsøkin til longu bíðiðina - 45 minuttir ístaðin fyri 15 - var at skorurnar hjá fremstu skjúttunum fleiri ferðir vórðu taldar umaftur. Hvussu tey vendu og snaraðu hesum, so segði talvan, at Jógvan og ein Jersey-búgvi báðir høvdu 1188 stig, meðan ein triði skjútti av Guernsey hevði 1187.
Tá soleiðis er, verður hugt at, hvussu nógvar 10'arar skjúttarnir hava, og her hevði Jógvan 36 móti teimum 31 hjá Heath Perrett av Jersey. Gullið í compund var aftur føroyskt, og so var fagnaðurin ovurstórur. Sjálvandi hjá Jógvani sjálvum, men ikki minst hjá liðunum báðum, sum nú eisini fingu gull.
Vóru hetta trý lang korter at bíða?
- Ja. Hetta tók sína tíð. Men tað var tað vert.
Tað tóktist, sum trúðu tú tí ikki veruliga, tá fólk tosaðu um møguleikan fyri gullinum undan seinastu skotunum.
- Eg roknaði við silvurinum sjálvur. Eg var nummar trý undan seinastu trimum pílunum, og eg helt, at eg kanska rakk silvurmerkjunum. Men gullinum hevði eg so ikki roknað við.
Og við gullinum hjá liðnum gjørdist talan um ein heilt góðan dag hjá tær. Var tað hetta, sum tú hevði sett nøsina eftir.
- Ja. Eg hevði avgjørt ætlanir um tvey gullmerki. Í liðkappingini roknaði eg við, at vit vóru sera væl fyri, og tað vísti seg so eisini at halda.
Og hósdagin er so head-to-head kappingin á skránni. Er tað nakað, sum tú trívist væl við?
- Ja. Eg havi roynt tað í Føroyum, og eg haldi, at tað hevur riggað væl. Eg plagi ikki at hyggja so nógv eftir, hvussu hinir skjóta. Men heldur brúka kreftirnar um at fáa míni skot at siga.
Var tað kanska eisini forkláringin uppá, at tú kundi toga teg upp á gullsessin í dag.
- Tað kann væl vera. Hevði eg vita av, hvussu nær eg var við, so hevði eg nokk slettis ikki fingið seinastu avgerandi stigini í kassan, helt fegni gullvinnarin at enda.