fleiri økjum. Eitt nú er Arbeiðaraflokkurin fyri at fara undir oljuvinnu í Barentshavinum, men tað vilja partar av Sosialistiska Vinstraflokkinum ikki hoyra talan um. Arbeiðaraflokkurin er fyri at byggja fleiri [...] eina meirilutastjórn, og fyri fyrstu ferð sleppur Sosialistiski Vinstraflokkurin í stjórn. Harafturat er tað fyrstu ferð, at Miðflokkurin skipar stjórn saman við teimum báðum flokkunum á vinstravonginum. [...] væl. Flokkurin hevði stóra afturgongd og fekk 8,7 prosent. Miðflokkurin hevði harafturímóti eina lítla framgongd og fekk 6,5 prosent av atkvøðunum. Tilsamans fingu teir tríggir flokkarnir 87 tinglimir
hava kappast um plássið og næstan skiftst um at spæla, so tað er upplagt, at Esmar fer at loysa av. Hallur Jacobsen er skaddur, og tað er ivi um tríggjar aðrar spælarar. Størsta áhugan hevur tað, hvussu [...] Skála hevur ligið á heiðursmerkjaplássunum alt kappingarárið, men nú er møguleiki fyri, at teir skulu missa á stokkinum. Hjá EB/Streymi er vongverjin í vinstru, Jóhann á Stongum, burturstaddur. Esmar Eiðisgarð [...] summarsteðgin, er, at so nógvir spælarar hava verið burturi frá orsaka av skaðum og leikbannum. Hesa ferð eru ábendingar um, at tað stendur betri til á Skála, enn tað hevur gjørt leingi. Arnhold Berg er leikbannaður
Útjaðarin hevur oftast lítla búseting, og tí er regluligur ferðafólkaflutningur fíggjarliga tungur at reka. Tað er ikki av ongum, at stórt sæð allur ferðafólkaflutningur hjá okkum er beinleiðis ella óbeinleiðis [...] loftvegis. Uttanlanda samband. Flutningsuppgávan er í stóran mun at finna eina balansu ímillum títtleika ? frekvens-, komfort og prís. Sæð í Europeiskum høpi, so er Føroyar eitt útjaðaraøki við øllum teimum [...] hevur haft eina tunga byrjan. Og tað er ikki ov nógv sagt, at her kom ikki ein nýtulig tænasta á økinum, fyrr enn Atlantsflog kom uppí leikin. Nakað av frágreiðingini er nokk eisini, at teknikkurin rundan
Ludvigsen er meldaður til løgregluna í Tromsø, tí hann skal hava landað 17 tons av upsa uttan at hava givið veiðina upp. Hetta er í sjálvum sær ikki óvanligt í Noregi, men tað serliga við hesum máli er, at Kåre [...] Kåre Ludvigsen er bróður norska fiskimálaráðharran Svein Ludvigsen. Tað er fiskiveiðieftirlitið, sum hevur meldað Kåre Ludvigsen til løgregluna. Eftirlitið sigur, at trolarin "Guldringnes", sum Kåre Ludvigsen [...] hevur vøksturin ongantíð verið síðani tíðliga í áttatiárunum. Uppi í játtanini er eitt møguligt hernaðarátak ímóti Irak, sum er mett at fara at kosta millum 750 og 1500 milliardir krónur. Einar 60 milliardir
in". Hjá honum er her tí ikki talan um lættvunna endurnýtslu av nøkrum, hann hevur liggjandi, heldur lyftir hann tónleik frá fyrr upp í enn sublimari hæddir, nú tekstliga innihaldið er sjálvur jólaboðskapurin [...] finnur sín líka í allari tónleikasøguni. Jólaoratoriið er tó ikki eitt oratorium í vanligari merking, hóast Bach sjálvur brúkti tað heitið. Eitt oratorium er at lýsa sum eitt drama í orðum og tónum - men uttan [...] orkestri framførir, sum vanlig siðvenja nú er, bara partarnar 1-3 - tó við ískoyti av tveimum arium úr fjórða parti og endandi við tí fagnaðarmikla "Ehre sei Gott", sum er fyrsta kór úr 5. parti.
alt eftir hvørja ætt vindurin blæsur. Hetta er t.d. hent í málinum um innflytarar og flóttafólk í Danmark. Eisini er hetta tilfelli við føroyamálinum. Nyrup er illa sperdur á politiska vígvøllinum í heimlandinum [...] keisara, sum ikki vil hoyra taling um at missa ein part av sínum lítla ríki. Grønlandsposturin metir, at tann nýggja sjálvstýrisleiðin er eitt innanhýsis mál hjá føroyingum, sum føroyingar tískil altíð [...] uttan at hugsa um hóttanirnar úr danska forsætismálaráðnum, tí einki ítøkiligt er í ræðuherferðini hjá Poul Nyrup Rasmussen. Tó er tað harmiligt at síggja, at føroyingar lata seg ávirka av orðum Nyrups, sum
í gjár er staðilig áminning um, at vit mugu ikki undirmeta nakran - heldur ikki Libya. Gongdin hjá føroyska liðnum er ikki so hugalig hjá okkara stórmeistara, tí við hetta lag fær hann ov lítla mótstøðu [...] føroyska liðið er nú dragnað langt aftur um sína seeding. Vit eru í løtuni nummar 135 av teimum 185 liðunum í kappingini. Vit eru sum sagt mettir at vera nummar 76. Í dag telva vit móti Libya, sum er styrkismett [...] føroysku telvarunum higartil er henda: 1 Helgi Dam Ziska 4/6 2 John Rødgaard 2/5 3 Olaf Berg 2/6 4 Martin Poulsen 3/6 5 Carl Eli Samuelsen 2/5 Kappingin frammi í oddanum er nú rættiliga harðnað. Avgerandi
veiða hval, men hetta er ikki ein spurningur um antin grind ella ferðavinnu. Hetta er ein spurningur um, hvussu vit bæði veiða hval og nøra um ferðavinnuna. BETRI KUNNING Aftrat hesum er sera umráðandi, at [...] fyriskipanum. Mær hóvar ikki gongdina seinastu tíðina. Eitt er, at Sea Shepherd yvirhøvur sleppur inn á føroyskar firðir við sínum skipum og bátum. Annað er, at vit ikki kunnu semjast um orðingarnar í herdu g [...] ferðafólk kunnu enda í geglinum, boða tey ikki frá grind. Heppið er hetta ikki, og málið má loysast, men landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum er í valdystinum farin púra solo í málinum, og tað kann valla vera
rumfar. Veruleikin er uttan iva tann, at tað eru heilt onnur áhugamál, ið stýra. Tað eru stór virði, sum standa upp á spæl, og tað er so lætt hjá tí stóra at knúska tann lítla. Vit hava sæð føroyskar [...] samstarv er skilagott. Allir flokkar eiga at luttaka í slíkum politiskum samstørvum. Men tá vit hoyrdu fyrrverandi forkvinnuna í danska systirflokkinum hjá Jørgen Niclasen – Lene Espersen í [...] Tað er áhugavert at síggja, at danska stjórin sigur seg stuðla føroyska kravinum um at fáa ES og hini londini aftur til samráðingarborðið. Men løgið, at ES velur at seta so strong tiltøk í verk bert
seg sjálvt, at tríati kommunur er alt ov mikið til okkar lítla samfelag. Bara raksturin av øllum hesum kommunuumsitingum – við hvør sínum borgarstjóra – er ein tung og púra óneyðug byrða hjá [...] skrá leingi, men lítið og einki er hent seinastu 20 árini. Tosað hevur verið um at leggja ábyrgdarøki út til kommunurnar, eitt nú eldraøkið og skúlaøkið. Men tað er bara ikki hent. Gamaní hava fleiri [...] um. Og tað er júst tað, sum hendi. Tann illa fyrireikaða fólkaatkvøðan hjá landsstýrinum fekk ikki fólk á val, tí tey vistu rætt og slætt ikki, hvat fólkaatkvøðan gekk út uppá. Tískil er støðan meira