Annar parturin verður vónsvikin

Á Skála eru teir betri fyri enn leingi, tá ið teir fara á Mølina at stríðast um at fáa bronsukrónurnar, sum hvørki teir alla EB/Streymur, sum ikki hevur alt fólkið tókt, áður hava vunnið

Tað er greitt undan uppgerðini. Annar av pørtunum á Mølini seinnapartin í dag verður ógvuliga vónbrotin, og hin parturin verður hjartans fegin. Hvørki EB/Streymur ella Skála hava áður vunnið heiðursmerkir. Í dag hava báðir hesir partarnir møguleika fyri tí. Um tað verður javnleikur, fer Skála at fáa heiðursmerkini, og teir fáa tey sjálvandi eisini, um teir vinna. EB/Streymur skal vinna á heimavølli fyri at fáa heiðursmerkini.
Seinastu fýra ferðirnar hevur EBStreymur ikki tapt, meðan Skála ikki hevur vunnið fýra tær seinastu ferðirnar. Skála hevur ligið á heiðursmerkjaplássunum alt kappingarárið, men nú er møguleiki fyri, at teir skulu missa á stokkinum.
Hjá EB/Streymi er vongverjin í vinstru, Jóhann á Stongum, burturstaddur. Esmar Eiðisgarð og hann hava kappast um plássið og næstan skiftst um at spæla, so tað er upplagt, at Esmar fer at loysa av. Hallur Jacobsen er skaddur, og tað er ivi um tríggjar aðrar spælarar. Størsta áhugan hevur tað, hvussu tað fer at verða við Sorin Anghel. Mánakvøldið segðist tað, at hann breyt nøsina á Svangaskarði. Hóskvøldið var hann eina lítla løtu og vandi, men í gjár var tað ikki greitt, um hann verður tøkur í dag.
Fróði Clementsen noyddist av vøllinum í steðginum, tá ið EB/Streymur var á Toftum, tí hann hevði trupulleikar við rivjabeinunum. Hann hevur ikki vant, men teir vónaðu í gjár, at hann fór at verða førur fyri at spæla. Tað sama vónaðu teir fyri Knút Vesturtún, sum varð innskiftur mánakvøldið. Hann hevur drigist við bruna í beininum.
3. deildarliðið hjá EB/Streymi tapti hóskvøldið 2-0 á Svangaskarði. Tá var Arnbjørn T. Hansen á liðnum. Mikukvøldið var hann við til at vinna unglingafinaluna, og teir roknaðu í gjár við, at hann verður í 1. deildarhópinum í dag.

Betri enn leingi
Høvuðsorsøkin, til at tað ikki hevur hilnast so væl hjá Skála eftir summarsteðgin, er, at so nógvir spælarar hava verið burturi frá orsaka av skaðum og leikbannum. Hesa ferð eru ábendingar um, at tað stendur betri til á Skála, enn tað hevur gjørt leingi.
Arnhold Berg er leikbannaður, og verður tískil ikki við á Eiði. Allir hinir eru tøkir. Nenad Stankovic, Iulian Florescu og Bárður Danielsen vóru leikbannaðir móti NSÍ. Nú eru teir tøkir. Pauli G. Hansen er rættuliga komin fyri seg eftir drúgva skaðan, og hann verður ikki minst týdningarmikil, tá ið Skála á Mølini fer at stríðast fyri at halda tørn um bronsuplássið.
Enn hevur einki verið at hoyrt um sáttmálar og útsøgnir frá nevndunum. Men tað skilst, at nógv bendir á, at Piotr Krakowski fer at halda fram sum venjari á Eiði, og at Johan Nielsen fer at halda fram á Skála. Í dag fara liðini hjá teimum báðum at gera av innanhýsis, hvat av teimum næsta ár skal spæla í Intertoto.