ODDAGREIN: Tá pengarnir hava valdið

Vit kunnu vera samd ella ikki um, hvussu skilagott tað er av okkara lítla landi so­leiðis at leggja seg út í stríð við ES um makrel og sild. Men før­oyska tjóðin stendur saman um, at Før­oya eiga munandi størri part av bæði makrel- og sildakvotum, enn hini vilja til­luta okkum.

Tað er áhugavert at síggja, at danska stjórin sigur seg stuðla før­oyska kravinum um at fáa ES og hini lond­ini aftur til samráðingarborðið. Men løgið, at ES velur at seta so strong til­tøk í verk bert eftir eitt sam­ráð­ingar­u­m­far.
Veruleikin er uttan iva tann, at tað eru heilt onnur áhugamál, ið stýra. Tað eru stór virði, sum standa upp á spæl, og tað er so lætt hjá tí stóra at knúska tann lítla. Vit hava sæð føroyskar reið­arar í Hirts­hals, sum eitt nú Gul­l­ak Madsen, sum persónliga hev­ur møtt upp á Christiansborg fyri at fáa donsku stjórn­ina at knúska Føroyar. Ótrúliga djarvt, fyri ikki at siga arrogant, at slík­ir menn hava so stór handilslig á­hug­a­mál í Før­oyum, at teir eiga í megin­part­i­num av hand­ils­lívinum í Havnini – og leiga út skrivstovur til sjálvan fiski­mál­a­ráð­harran.
Formaður Fólka­floksins var frammi um at skapa sam­starv við aðrar kon­serv­a­tiv­ar flokk­ar í Evropa – eitt nú bretska kon­serv­a­tiva flokkin. Jú slíkt sam­starv er skila­­g­ott. Allir flokkar eiga at luttaka í slík­um politiskum samstørvum. Men tá vit hoyrdu fyrr­vera­ndi forkvinnuna í danska syst­ir­flokk­i­num hjá Jørgen Nicl­a­sen – Lene Esp­er­sen í TV-avísini, so kunnu vit bara fegnast um, at Dan­mark ikki verð­ur stýrt av slík­um hástórum og arr­o­gant­um pol­i­­tik­ar­um. Hon er beinleis Føroya-fígg­­ind­a­lig og til ó­bót­a­lig­an skaða fyri føroysku tjóðina. Og vit tora at pá­standa, at hennara persónligu á­hug­a­mál í familjureiðarínum í Hirts­hals kemur fram um politisku hug­sjón­ina. Slík­ir pol­it­ik­ar­ar eru sera vand­a­m­ikl­ir, og í hes­um føri ein bein­leið­is hótt­­an í­móti rík­is­fel­ags­skap­i­num.
Stjórnarpolitikararnir látast duga betur. Men ríkisfelagsskapurin skal nú standa sína roynd. Hetta stríð­ið er størsta hóttanin ímóti ríki­s­fel­ags­skap­i­num nakr­an­tíð. Vit síggja nú, hvørjar fígg­indar vit eiga í Danmark, bæði millum politikarar og okkara egnu lands­menn, sum mest og best hugsa um bank­abókina­.
Men stóri trupulleikin er, at vit ikki duga nóg væl at tala okkara søk í Dan­mark og als ikki vinna ljóð í ES. Eingin annar ger tað fyri okkum. Vit verða tí traðkað niður fyrst og fremst av kapitalinum – og síðani teimum, sum ikki hoyra okk­um og tí ikki duga at skilja okkara støðu.