Grønlendingar fylgja væl við sjálvstýristilgondini í Føroyum. Hetta vísir oddagreinin í Grønlandspostinum týsdagin 13. februar, har politiska støðan í Føroyum verður umrødd. Blaðið metir støðuna soleiðis, at atburður Nyrups mest minnir um ein keisara, sum ikki vil hoyra taling um at missa ein part av sínum lítla ríki.
Grønlandsposturin metir, at tann nýggja sjálvstýrisleiðin er eitt innanhýsis mál hjá føroyingum, sum føroyingar tískil altíð skulu kunna arbeiða við uttan stórvegis uppílegging úr Danmark.
Men ístaðin hóttir Nyrup føroyingar við at siga, at um føroyingar velja at halda fram við sjálvstýristilgongdini fram til eina endaliga fólkaatkvøðu í 2012, so verður eingin blokkstuðul eftir fýra ár, og Føroyar eru ikki longur ein partur av Ríkisfelagsskapinum.
Grønlandsposturin metir tó ikki, at Nyrup fer at gera álvara av sínum hóttanum, um føroyingar siga »ja« hóast álvarsamar hóttanir úr Danmark.
Nyrup fer ikki at tveita Føroyar úr felagsskapinum, tí Danmark verður til láturs um allan heimin og fer at missa virðing frá øðrum londum, um hetta verður framt í verki, metir grønlendska blaðið.
Nyrup illa sperdur
Nyrup verður lagdur undir at dyrgja eftir veljarum og samstarvi við aðrar politikarar, hvørs sjónarmið broytast, alt eftir hvørja ætt vindurin blæsur. Hetta er t.d. hent í málinum um innflytarar og flóttafólk í Danmark. Eisini er hetta tilfelli við føroyamálinum.
Nyrup er illa sperdur á politiska vígvøllinum í heimlandinum, tí veljarakanningarnar ikki ganga honum eftir vild. Tí er hann harður við føroyingar og biðjur teir heldur fara á navarin, um teir vilja hava størri sjálvstýri. Og forsætisráðharrin vónar, at nógvir danskir veljarar fara at taka undir við hesum sjónarmiði.
Viðferðin, Nyrup gevur føroyingum, er sostatt bara ein liður í at fáa fleiri atkvøður á næsta Fólkatingsvali. Eitt val, sum Nyrup ikki fer at vinna, hóast hann dúgliga roynir eftir atkvøðum við at populerum sjónarmiðum um Føroyar.
Farið óttaleysir á val
Grønlandsposturin heitir á føroyingar um at fara óttaleysar val og atkvøða, sum teir halda vera rætt uttan at hugsa um hóttanirnar úr danska forsætismálaráðnum, tí einki ítøkiligt er í ræðuherferðini hjá Poul Nyrup Rasmussen.
Tó er tað harmiligt at síggja, at føroyingar lata seg ávirka av orðum Nyrups, sum veruliga hevur havt eydnuna við sær við sínum hóttanum. Hann hevur jú sagt, at eitt »ja« merkir, at pengakassin verður stongdur eftir fýra ár.
Hetta sær út til at fara at ávirka atkvøðuna í mai, tí um tað merkist á pengapunginum beinanvegin, hava fólk hug at hveppa seg við at siga »ja«. So hevur Nyrup rokkið sínum endamáli. Hesin taktikkur er nýttur fyrr við góðum úrsliti.
Grønlandsposturin vónar, at føroyingar fara á val í mai uttan at hava orð Nyrups fremst í huganum, men heldur teirra egnu sannføring um henda spurning.