Tíðindi uttanlands

   

Fakfeløgini ímóti
Blair

Bretsku fakfeløgini høvdu trongar tíðir, tá Margareth Thatcher var forsætisráðharri í sjeytiárunum, og í veruleikanum tók tað teimum tjúgu ár at koma fyri seg aftur.

Tað fær núverandi bretska stjórnini eisini at kenna. Í síðstu viku vóru vóru nógv arbeiðsfólk í flutningskervinum í verkfalli, postmenninir hava boðað frá, at teir fara í verkfall, og tað sama hava sløkkiliðsmenninir gjørt.

Flestu fakfeløgini eru misnøgd við lønina, men tað er ikki tað einasta. Tey eru eisini misnøgd við, at tann sosialdemokratiska stjórnin ætlar at einskilja fleiri almennar fyritøkur, samstundis sum hon ætlar at fremja ymsar nýskipanir innan tað almenna.

Í einari blaðgrein í síðstu viku royndi Tony Blair, forsætisráðharri at verja politikkin hjá stjórnini. Hann skrivaði m. a., at stjórnin ger stórar íløgur í tí almenna virkseminum og legði afturat, at tílíkar íløgur vanliga hava nýskipanir við sær.

Margareth Thatcher fekk rættiliga stóra undirtøku millum bretar, tá hon skerdi verkfalsrættin og valdið hjá fakfeløgunum. Men síðani er eitt nýtt og meiri víðgongt ættarlið av fakfelagsleiðarunum komið framat, og teir teir krevja, at ein sosialdemokratisk stjórn skal reka ein meiri vinarliga sinnaðan fakfelagspolitikk.
?????????????????


Jødar mótmæltu

Umleið 400 fólk, tey flestu danskir jødar, mótmæltu sunnudagin ísraelsku framferðini ímóti palestinska fólkinum. Mótmælið var uttan fyri ísraelsku sendistovuna í Keypmannahavn.

Frammanundan høvdu fyrireikararnir sett eina fráboðan í danska blaðið Politiken og ísraelska blaðið Haaretz, har teir staðfestu, at einasti vegur fram ímóti friði í Miðeystri er eitt sjálvstøðugt palestinskt ríki.

Tað vóru ikki allir jødar í Danmark, sum vóru líka fegnir um fráboðanina og mótmælistiltakið sunnudagin. Fyrrverandi fólkatingsmaðurin, Arne Melchior, sum er jødi, fanst at fyrireikarunum, og fleiri týðandi jødar í Danmark vóru ikki at síggja millum mótmælisfólkini, skriva donsk bløð.
????????????????


Eingin samgonga

Samráðingarnar um stjórnarskipan í Svøríki ganga illa.

Sunnudagin havnaðu bæði Umhvørvisflokkurin og Vinstriflokkurin einum uppskoti frá Gøran Persson, forsætisráðharra, men flokkarnir søgdu seg tó vera til reiðar at fara aftur til samráðingarborðið. Umhvørvisflokkurin heldur fast um, at flokkurin skal hava sess í sjálvari stjórnini, men tað vil Gøran Persson ikki góðtaka.

Tað kann hugsast, at Gøran Persson fer at skipa eina sosialdemokratiska minnilutastjórn uttan stuðul frá hinum báðum flokkunum, men hetta stig kann gerast vandamikið, tí bæði Umhvørvisflokkurin og Vinstriflokkurin hava sagt, at teir eru til reiðar at atkvøða fyri einum uppskoti um misálit, verður tað lagt fram. Tí fer Persson helst at royna eina ferð afturat.
?????????????????


Umval í Serbia

Einki valevni fekk meiri enn helvtina av atkvøðunum á forsetavalinum í Serbia um vikuskiftið, og tí verður umval um fjúrtan dagar.

Sambært valmyndugleikunum fekk jugoslaviski forsetin, Vojislav Kostunica, 31,2 prosent av atkvøðunum, og næstur honum var varaforsætisráðharrin Miroljub Labus, sum fekk 27,7 prosent. Tann víðgongdi tjóðskaparmaðurin Vojislav Seselj fekk 22,5 prosent, og tað æl meiri, enn roknað varð við.

Hildið verður, at Kostunica, sum var við til at koyra Slobodan Milosevic frá, fer at vinna umvalið, sum ætlandi verður 13. oktober.