Ferðafólkaflutningur til útjaðarar

Thomas Arabo
??????????
Innlendis flutningur.
Vit kenna trupulleikan alt for væl. Útjaðarar eru økir, ið liggja relativt langt frá miðstaðarøkjum, har nógvar tænastur og nógv fólk finnast. Útjaðarin hevur oftast lítla búseting, og tí er regluligur ferðafólkaflutningur fíggjarliga tungur at reka. Tað er ikki av ongum, at stórt sæð allur ferðafólkaflutningur hjá okkum er beinleiðis ella óbeinleiðis rikin av tí almenna. Soleiðis hevur tað verið nú í næstan 30 ár sjóvegis og umleið 20 ár land og loftvegis.
Uttanlanda samband.
Flutningsuppgávan er í stóran mun at finna eina balansu ímillum títtleika ? frekvens-, komfort og prís.
Sæð í Europeiskum høpi, so er Føroyar eitt útjaðaraøki við øllum teimum trupulleikum, hetta inniber. Frá gamlari tíð kann man siga, at ferðafólkaflutningurin var væl røktur. Vit høvdu Bergen Line, Eimskipafelag Ìslands, Ríkisskip, DFDS og Skipafelagið. So kom kapping við flogferðsluna, og í 1970, hugsi eg, at øll skipafeløgini vóru givin við verulkigari ferðafólkasigling millum lond. Í 1975 kom Smyril so inn við summarsigling, og í 1983 Norrøna. Smyril hevði so vetrarsigling til Skotlands nøkur ár í 90unum.
Flogferðslan.
Flogferðslan sum ferðafólka-amboð hevur haft eina tunga byrjan. Og tað er ikki ov nógv sagt, at her kom ikki ein nýtulig tænasta á økinum, fyrr enn Atlantsflog kom uppí leikin. Nakað av frágreiðingini er nokk eisini, at teknikkurin rundan um flogvøllin eisini batnaði. Ta tíðina, ið danir vóru einsamallir á rutuni, var ikki gott. Áðrenn teir fingu Boeing flogførini, var hvørki frekvensur ella komfortur góður. Hetta batnaði alt, tá ið føroyska flogfelagið kom.
Atlantsflog
At fáa felagið sett á stovn tyktist bæði at vera dýrt og trupult, men aftan á eitt bakkast fyrst í 90unum, har felagið í veruleikanum bleiv reorganiserað fíggjarliga, fór at ganga framá, og tað hevur tað so gjørt til hendan dag.
Nú fortjenar felagið pengar eisini á útlendskum marknaðum, men sjálvandi er hetta eisini grundað á ein góðan heimamarknað. Við øðrum orðum ein ynskistøða hjá einum virki, ið byrjar útflutningsvinnu.
Vandi er tó í hvørjari vælferð
Nú felagið gevur yvirskot, so eru røddir beinanvegin frammi um, at tað skal seljast. Tað má ikki henda. Tí selja vit lívlinjuna til útheimin, so eru vit settir 30 ár aftur í tíðina, og koma einaferð enn at verða settir uttan fyri ávirkan, og, sum Finnbogi Ísakson skrivaði seinasta leygardag, um kapitalurin einsamallur kemur at ráða í verðini, so Gud náði okkum.
Atlantsflog tjenar so mikið í dag, at teir kunnu saktans bjóða einum minnilutaparteigara inn og gjalda vinningsbýti, ella hvat við at leggja uttanlandaaktivitetirnar i eitt sjálvstøðugt felag?
Verður felagið privatiserað, og flogvøllurin longdur, so kunnu vit vænta, at aðrir koma at millumlanda her og vit verða ein hjávinna hjá teirra stóru flogførum, og hálvtannaðhundrað fólk standa við ongari vinnu, og føroyingar verða settir útum alla ávirkan.