ODDAGREIN: Kommunur saman uttan kós

Um tveir mánaðir skulu før­oy­ing­ar aft­ur á komm­unu­val at kjósa fólk at stýra teimum tríati komm­un­u­­num, sum vit fram­veg­is hava í Før­oy­um. Fáur mundi ivast í við sein­asta kommu­nuval í 2008, at komm­­un­ur­nar hes­a­ferð fóru at verða mun­andi færri í tali, men so varð ikki.

Ein nýggjur kommunubygnaður hev­u­r verið á skrá leingi, men lítið og einki er hent seinastu 20 árini. Tos­að hevur verið um at leggja á­byrgd­ar­øki út til kommunurnar, eitt nú eldra­økið og skúlaøkið. Men tað er bara ikki hent. Gamaní hava fleiri komm­unur sjálvbodnar lagt sam­an, men tað hevur einki við poli­tikkin hjá teimum skiftandi lands­stýr­u­num at gera – tað hev­ur ver­ið gjørt av skyn­sam­um og upp­løgd­um or­søk­um, sum hava gagn­að báð­um pørtum.
Tað sigur seg sjálvt, at tríati komm­un­ur er alt ov mikið til okkar lítla sam­felag. Bara raksturin av øll­um hes­um komm­unu­um­sit­ing­um – við hvør sín­um borg­ar­stjóra – er ein tung og púra óneyðug byrða hjá fleiri teirra.
Tí var tað kærkomið, nú tað kom har til, at landsstýrið fór at spyrja fólk­ið, hvussu kommunurnar skuldu leggj­ast saman. Men fólka­at­k­vøð­an tann 3. mai í ár man vera ein tann mest jánkaliga, vit nakr­antíð hava havt. Hon minnir kanska ikki sørt um hana, sum var fyri neyvt 66 árum síðani í dag ? ella um hana, sum skuldi verða 26. mai í 2001, men sum Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løg­mað­ur, avlýsti í tøk­um tíma, tí hann var bangin fyri, at hon fór at binda okkum fastari í rík­is­felags­skap­i­num.
Og tað er júst tað, sum hendi. Tann illa fyrireikaða fólkaatkvøðan hjá lands­stýrinum fekk ikki fólk á val, tí tey vistu rætt og slætt ikki, hvat fólkaatkvøðan gekk út upp­á. Tískil er støðan meira fast­læst nú, enn hon var, um eingin fólka­at­kvøða hevði verið.
Tað sigur seg sjálvt, at vit skulu hava størri kommunalar eindir, men úrslitið av fólkaakvøðuni bleiv, at vit bara skulu hava tríggjar komm­un­ur færri. Tað ger so púra ongan mun. Skulu vit leggja kommunur saman, so tað munar, so skulu vit nið­ur á nakrar heilt fáar komunur, sum kunnu teljast á einari hond.
Kommunurnar kring landið mugu helst sláa seg til tols við, at tað verð­ur ikki løgtingið ella lands­stýrið, sum fer at leggja tær sam­an. Til tess er politiska skipanin alt og stirvin og alt ov ryggleys. Lands­pol­i­ti­k­ararnir tora ikki at taka eina slíka støðu. Tí mugu komm­un­urnar halda fram við tí meira ella minni tilvildarliga sam­an­legg­ing­ar­pol­i­tikk­i­num, sum hevur verið framdur sein­astu árini.
Og tað er spell, tí best var um leist­ur­in var skilagóður og greiður.