roynd fyri at fáa sandoyarferjuna í sigling: Hann beyð teimum pørtunum í ósemjuni at koma til Sands at samráðast. Og tað loysti seg, tí sandoyarferðin endaði við, at semja varð gjørd um Teistan so at nýggja [...] Karsten Hansen eru samdir um, at tað var eitt gott tiltak av borgarstjóranum á Sandi, at bjóða samráðingarpørtunum til Sands at samráðast. ?Eisini gjørdi hann eitt megnar arbeiði undir samráðingunum og [...] Sandoyarsiglingin Tað loysti seg at fara til Sands. Tað mugu bæði Karsten Hansen, landsstýrismaður og Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, nú ásanna. Eftir at hava samráðst um lønina hjá
halda, at tað er rætt at stevna Landsstýrinum. Og tað hava vit eisini mælt kommununum til at gera. Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður á Strondum, sigur, at nú er neyvan nakar ivi um longur, at fleiri føroyskar [...] Men endamálið er at fáa málið fyri rættin fyri at fáa eina avgerð. Avgerðin skapar so fordømi, sum kemur at umfata allar kommunurnar, Hann sigur, at ein týðandi orsøk til stevningina er, at kommunurnar vilja [...] Jacobsen at arbeiða víðari við málinum. Onki úrslit Eivind Jacobsen sigur, at síðani hevur arbeiðsbólkurin havt fund við landsstýrið um málið. ? Landsstýrið tvíheldur um, at tað hevði rætt til at brúka peningin
orsøk til, at vit hava mist helvtina av fiskidøgunum viå Svaldbard, er, at vit hava ikki brúkt teir dagarnar, vit hava havt. Og tá ið vit ikki brúka dagarnar, er eisini ringt at tvíhalda um, at vit skulu hava [...] tí teir hava forðað landsstýrinum í at geva fleiri rækjutrolarum fiskiloyvi og sostatt í at fáa fleiri trolarar í flotan. Hann sigur, at sjálvandi er ein orsøk til, at rækjutrolararnir trunka seg saman á [...] ímóti, at vit mugu útbyggja okkara rækjuflota, tí vit hava ikki ráð til annað. Mist helvtina Jákup Olsen hevur júst, sjálvur annar, keypt rækjutrolara úr ìslandi og taå er júst tí at hann heldur, at vit eiga
fíggjarliga spurninginum, og teir rokna við, at tað verður heilt skjótt, at tað verður klárt. At teir hava tosað um at fáa nýggjan bát kemst av, at teir halda, at gamli báturin er vorðin ov tungur. Kvívíkingar [...] tikið ta avgerð, at um fólkið her á staðnum ikki var við til at manna bátin, so skuldi hann ikki flotast. Umhugsa tit at sleppa ætlanini at fáa tykkum nýggjan bát? ? Vit gleðast um, at tað hevur hilnast [...] 8?mannafør Tað er ikki so langt síðani, at kvívíkingar tosaðu við bátasmiðin Sámal Hansen. Ørindini vóru at fáa hann at smíða teimum eitt nýtt 8?mannafar. Hann er ikki farin undir arbeiðið enn. Kvívíkingar
greið. ? Tingformaðurin eigur at hava í huga, at sjálvt um tað í nýggju stýrisskipanini stendur, at tingfundurin kann haldast sunnudag, so er tó ikki neyðugt at halda hann. At tingfundurin kann haldast sunnudag [...] ikki, at hann skal haldast sunnudag, sigur Hendrik Old. Hendrik Old vísir á, at tað hevur verið gamal siður, ikki at halda politiskan fund sunnudag. Tí heldur hann tað vera skeivt at løgtinginum at bróta [...] mær ikki at møta til tingfund sunnudag. Tí gongur løgtingið ikki undan at virða halgidagslógina, er ikki neyðugt hjá øðrum at gera tað. Hetta sigur Hendrik Old, tingmaður, í sambandi við, at løgtingsformaðurin
Undan kappingini var roknað við, at í fimleikinum fór tað at vera á mannfólkasíðuni, at Føroyar fóru at standa seg best, men eftir fyrstu íðkanina tykjast kvinnurnar ikki at standa nakað aftanfyri. Beint [...] evstamark okkara frættu vit, at kvinnurnar einans vóru 0,1 stig frá at fáa bronsumerki. Myndamaðurin var á staðnum, og myndirnar her á síðuni tala helst sítt týðiliga mál um, at tær vóru nøgdar um avrik síni
sambandinum hava teir eisini ætlað at fara undir aling á Hvalbiarfirði. Men nær hetta verður, er ilt at siga. Sjálvur heldur Heri Hjelm, at tað longu hevur tikið ríkiligt av tíð at fáa øll loyvini til vega. ?Tað [...] Heri Hjelm ásannar, at tað er stórur áhugi fyri hesum vatninum. ? Men tað skerst ikki burtur, at vit verða útihýstir frá smoltaling á vøtnunum. Tí halda vit, at vit hava framíhjá rætt at fáa annað vatn ístaðin [...] frá okkum. Ein góður fjørður Heri Hjelm sigur, at Hvalbiarfjørður er ein góður fjørður at ala á. Men hann er opin, so hann vigur eisini, at tað kann fara at standa nógv á, tá ið illveður er. Heri Hjelm hevur
ganga drápini hampiliga væl í Sandavági. So mikið væl, at líkt er til, at teir ætla at halda fram at drepa grind har. Hesaferð hendi tó tað, at grindin fór upp í urðina Giljamegin. Og tað siga sandavágsmenn [...] fylgissveinar merktu so hvørt. Tað var rætt sum í Grindavísuni, at :...travle de gaa paa den flade Strand de Hvaler at nummerere. Sýslumaðurin hevði úr at gera. Hann tosaði í fartelefon og skipaði fyri. Um tað [...] brunnið tvøst í hesi grindini. Takk. Kunngjørt varð í Útvarpinum, at klokkan hálvum átta fóru seðlarnir at koma út. Tað var skjótt, at fólkamongdn vaks á havnarlagnum, har bæði børn og vaksin, útlendingar
hann leka út, at vit loyva okkum at gita, at tað fer at hava okkurt við køllur og bóltar at gera. Inni á hotellinum er gamla fundarhølið gjørt til sjónvarpsstovu og barr, har til ber at støkka inn á gólvið [...] einar tvær-tríggjar nætur á hotellinum. ?Tað plagar at vera so, at tá skúlarnir byrja aftur, gevast fólk at ferðast, sigur hann. Hotel Norð plagar at vera opið, til summarfrítíðin hjá skúlunum endar. Í [...] eisini væl av fólki in á gólvið at fáa sær ein bita. Serliga um vikuskiftini, men eisini mitt í viku, letur Egga at. Líkt er til, at tað eru ávísir »specialitetir«, sum gera, at fólk støkka inn á gólvið. Lundarnir
umframt at virkið fer at hava nógv virksemið við sær á havnalagnum. Klaksvíkar býráð hevur arbeitt við at fáa meiri havnaøki, og nýggj góðshavn er í gerð í Ánunum. Tað hevur eisini verið tosað um at fylla [...] bygt á økinum, er tað enn minni pláss til bingjur. Tað hevur verið ein trupulleiki, at eingin hevur havt útgerðina til at stakka bingjur, og tí hava tær tikið óneyðuga nógv pláss, tá tær hava staðið lið um [...] fer eisini at lætta um arbeiðið hjá Skipafelagnum. Plásstrot Tað hava leingi verið trupulleikar við plássinum á havnaøkinum í Klaksvík. Virksemið er nógv økt seinnu árini, og tað er farið at ganga undan