Fiskiskapur
?Sjálvsagt skulu vit útvega okkum fleiri rækjuskip.
Jákup Olsen í Vági, sum sjálvur annar akkurát nú hevur keyp rækjutyrolara úr Íslandi, er ikki samdur við teimum sum siga, at tað er ikki rúmd fyri fleiri rækjutrolarum úr Føroyum.
Eitt nú hevur Felagið Rækjuskip staðiliga mælt frá at geva loyvi til fleiri rækjuskip í Føroyum.
Men hesum tekur Jákup Olsen ikki undir við.
Hann sigur tvørtur ímóti, at vit mugu útbyggja okkara rækjuflota, tí vit hava ikki ráð til annað.
Mist helvtina
Jákup Olsen hevur júst, sjálvur annar, keypt rækjutrolara úr ìslandi og taå er júst tí at hann heldur, at vit eiga at byggja út ( sí greinina" Aftur ein trolari komin til Vágs")
Hann vísir á, at fyri nøkrum árum síðani høvdu føroyingar 2.700 fiskidagar við Svaldbard.
?Nú hava vit bara helvtina eftir. Ein orsøk til, at vit hava mist helvtina av fiskidøgunum viå Svaldbard, er, at vit hava ikki brúkt teir dagarnar, vit hava havt. Og tá ið vit ikki brúka dagarnar, er eisini ringt at tvíhalda um, at vit skulu hava teir og tað hava vit heldur ikki klárað.
? Tað, sum vit hava mist, hevði verið nóg mikið til eini fimm rækjutrolarar at liva av.
?Skulu vit varðveita okkara fiskirættindi, er tað neyðugt at vit brúka tey. Men í løtuni er ongin rækjutrolari við Svalbard, tí teir eru allir samlir á Flemmish Cap. Tí er tað ein spurningur, um vit ikki fara at missa meir við Svaldbard, um vit ikki brúka dagarnar. Og tað hevur samfelagð ikki ráð til, sigur Jákup Olsen.
Hann leggur afturat, at rækjumenn eru ikki ósekir í, at vit hava mist so nógv rættindi, sum vit hava mist, tí teir hava forðað landsstýrinum í at geva fleiri rækjutrolarum fiskiloyvi og sostatt í at fáa fleiri trolarar í flotan.
Hann sigur, at sjálvandi er ein orsøk til, at rækjutrolararnir trunka seg saman á Flemmish Cap.
?Har er meiri at fáa og rækjurnar eru størri. Men tað merkir ikki, at rækjurnar í Barentshavinum ikki kunnu brúkast. Og tað gevur okkum ikki rætt til at lata tey fiskirættindi fara fyri skeytið, sigur Jàkup Olsen.