8?mannafør
Tað er ikki so langt síðani, at kvívíkingar tosaðu við bátasmiðin Sámal Hansen. Ørindini vóru at fáa hann at smíða teimum eitt nýtt 8?mannafar. Hann er ikki farin undir arbeiðið enn. Kvívíkingar arbeiða við fíggjarliga spurninginum, og teir rokna við, at tað verður heilt skjótt, at tað verður klárt.
At teir hava tosað um at fáa nýggjan bát kemst av, at teir halda, at gamli báturin er vorðin ov tungur. Kvívíkingar venja á Vestmanna. Kommunan eigur gamla nótaneystið á Válinum, sum jú hoyrir til Kvívíkar kommunu, og har stendur báturin.
? Undan stevnunum plaga vit at seta bátin inn í garaguna, sum kommunan eigur her í Kvívík. Har stendur hann so í tveir dagar og verður turkaður. Vit hava ikki vigað bátin, áðrenn hann fer í garaguna, og tá vit hava tikið hann út aftur, men tað er ein øgiligur munur á vektini. Tað kennist, tá vit lyfta og draga hann.
Hetta sigur Jóan Hendrik Isaksen, sum er formaður í róðrarfelagnum í Kvívík. Hann fegnast um sigurin hjá hansara monnum í Fuglafirði og heldur tað vera hugaligt, at teirra bátur, sum var flotaður fyrstu ferð í 1967, megnaði at vinna kappingina við nýggju bátarnar:
? Vit hava verið í einum aldudali í nøkur ár. Aðrir enn kvívíkingar hava roynt seg í bátinum. Tað hevur ikki roynst væl, og vit hava tikið ta avgerð, at um fólkið her á staðnum ikki var við til at manna bátin, so skuldi hann ikki flotast.
Umhugsa tit at sleppa ætlanini at fáa tykkum nýggjan bát?
? Vit gleðast um, at tað hevur hilnast so væl í ár. Teir, sum manna bátin, ganga høgt upp í tað, og vit hava roknað við, at tað skuldi eydnast í hvussu so er eina ferð í ár. Um vit fáa nýggjan bát, so verður møguleikin sjálvandi uppaftur størri, og tað ætla vit framvegis at gera.
Sóu Nevið Reyða
Tá startspurturin var liðugur í Fuglafirði bendi alt á, at tað skuldi tørna út, sum tað hevði gjørt á undanfarnu stevnunum. Nevið Reyða var fremstur, men á túsund metra málinum hevði Kvívíkingur, sum ikki hevði fingið nakran serligan start, hug at bjóða av, og mitt í róðrinum fór Kvívíkingurin frá Nevinum Reyða.
Nevið Reyða kom fram á aftur Kvívíkingin, og tá klaksvíkingarnir vóru teir fyrru at fara undir endaspurtin, gekk skjótt hjá teimum. Kvívíkingar svaraðu aftur, og á málinum var munurin ein skutur.
? Tá vit komu á mál visti eg ikki, at vit høvdu vunnið. Men mitt í róðrinum hevði eg eitt ánilsi av, at vit vóru fremstir, tí tá sá eg aftur á Nevið Reyða.
Hetta sigur Brynjolvur Petersen, sum er bátsformaður umborð á Kvívíkingi.
Onkur helt, at eldru og harvið tyngru bátarnir royndust betri, tí lotið var ímóti?
? Kanska er nakað um hatta. Men teir gomlu í Kvivík hava altíð sagt um okkara bát, at hann gekk best undan.
Teir umborð á Kvívíkingi eru millum 16 og 25 ára gamlir. Teir flotaðu bátin flaggdagin, og teir siga, at teir ikki høvdu gjørt nakað við venjingina frammanundan:
? Báturin var ikki mannaður fyrrenn 24. apríl, sigur bátsformaðurin.
Manningin á Kvívíkinginum er fyri ein part dreingirnir, sum í 1998 vunnu so sera nógv við Junkaranum. Rene Egilsnes er róðursmaður. Hann hevur áður verið við Junkaranum. Á lærinum eru tveir kollfirðingar, Regin Petersen og Jens Kristian Magnussen, sum báðir hava róð við bátunum í Kollafirði. So eru tað Ivan Forná, sum hevur verið við Junkaranum, og Bárður Isaksen, sum hevur verið sjómaður og tískil ikki hevur róð nakað serligt. Brynjolvur Petersen og Jógvan Petersen eru brøður, og teir hava báðir verið við Junkaranum. Á toftini eru Johan Müller og Jan Suni Hansen, sum eisini hava róð áður.
Argjabáturn megnaði hesa ferð at stríða seg fram á triðja plássið. Men enn tykist nógv resta í, áðrenn báturin, sum tey seinastu árini hevur vunnið so nógv, fer at blanda seg upp í stríðið um fremsta plássið. Tað vóru einar tvær bátslongdir frá teimum báðu fremstu og so aftur til Argjabátin.