Sandoyarsiglingin
Tað loysti seg at fara til Sands.
Tað mugu bæði Karsten Hansen, landsstýrismaður og Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, nú ásanna.
Eftir at hava samráðst um lønina hjá yvirmonnum á Teistanum í tríggjar mánaðir, gjørdi borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, eina óvanliga roynd fyri at fáa sandoyarferjuna í sigling: Hann beyð teimum pørtunum í ósemjuni at koma til Sands at samráðast.
Og tað loysti seg, tí sandoyarferðin endaði við, at semja varð gjørd um Teistan so at nýggja sandoyarferjan loksins sleppur í sigling.
Men tað var drúgvt.
Samráðingarnar á Sandi byrjaðu týskvøldið, men tað var ikki fyrrenn kl. 8.30 hósmorgunin, at semja fekst um Teistan.
Tá høvdu teir samráðst í 37 tímar út í eitt, bara avbrotnir av onkrari máltið og onkrum gongutúri fyri at klárað høvdið.
Men tá ið partarnir so loksins vórðu samdir, skrivaðu teir ikki bara undir eina semju.
Samráðingarnar um Teistan endaðu nevniliga við, at yvirmenninir á Teistanum nú hava fingið heilar tvær semjur at velja ímillum.
Sostatt kunnu teir velja ímillum um teir vilja hava eina vanligan sáttmála, ella teir vilja hava fasta løn.
Báðar semjurnar eru undirskrivaðar og tað stendur nú til yvirmenninar sjálvar at velja aðra og at skræða hina sundur og koyra hana í pappírskurvuna.
Eftir aðrari semjuni verður Teistin settur í bólk 2, og skiparin verður løntur í lønarflokki 8, yvirstýrimaðurin í bólki 6 og fyrsti stýrmaður í bólki 5.
Eftir hesari semjuni fáa teir vanlig ískoyti fyri eykasigling o.s.fr.
Eftir hinari semjuni, eru yvirmenninir fastløntir, tvs, at teir fáa eina fasta løn, sama, hvussu nógv teir sigla.
Yvirmenninir skulu nú hava fund um, hvørja lønarskipan, teir vilja hava.
Høvuðstrupulleikin við Teistanum var, at sjóferðslumyndugleikarnir krevja, at tveir stýrimenn skulu vera við og ósemjan varð um, hvussu teir so skulu bólkast, tí á Dúgvuni og Ternuni er bara ein stýrimaður.
Eitt megnar arbeiði
Bæði Ellintur Abrahamsen og Karsten Hansen eru samdir um, at tað var eitt gott tiltak av borgarstjóranum á Sandi, at bjóða samráðingarpørtunum til Sands at samráðast.
?Eisini gjørdi hann eitt megnar arbeiði undir samráðingunum og hann eigur ein stóran part av heiðrinum fyri, at semja kom í lag, siga Ellintur Abrahamsen og Karsten Hansen.