De hvaler at nummerere

Grindirnar hava verið tættar í seinastuni, og fríggjadagin kom túrurin í Vágar. 76 hvalir løgdu beinini, og býtt varð í drápspartar

 

Grind

Miðvágur:

Grindin varð hildin til á Sandavági og síðan sleipað til Miðvágs, har skorið varð upp.

Drápið er endað. So stillar nú bróta; bylgjurnar aftur, men brotið er reytt, yrkti Mikkjal á Ryggi um grindadrápið, sum ivaleyst hevur verið í Miðvági. Tí soleiðis var siður tá. Men seinnu árini hava grindirnar verið hildnar til í Sandavági, og har er tað, at bárurnar eru rodnaðar í dag.

Ymsar áskoðanir eru um tað, og um hví so er. Ivaleyst hevur tað okkurt við grótkøstini í Miðvági at gera.

Men hvussu er og ikki, so ganga drápini hampiliga væl í Sandavági. So mikið væl, at líkt er til, at teir ætla at halda fram at drepa grind har.

Hesaferð hendi tó tað, at grindin fór upp í urðina Giljamegin. Og tað siga sandavágsmenn ikki vera hent fyrr. Men tað gingu tó bara 20 minuttir frá tí, fyrsti hvalurin fór á land, til alt var deytt.

Tá drápið var av um eitttíðina, varð farið at sleipa hvalirnar inn á Miðvág, har teir vórðu tiknir upp á havnarlagið á Prestlandinum.

Wensil sat so hugagóður í krananum og hivaði upp á land, meðan Sofus og co. opaðu, og Sonni og hansara fylgissveinar merktu so hvørt.

Tað var rætt sum í Grindavísuni, at :...travle de gaa paa den flade Strand de Hvaler at nummerere.

Sýslumaðurin hevði úr at gera. Hann tosaði í fartelefon og skipaði fyri. Um tað var hann ella ikki, sum hevði fingið tað frálíka hugskotið at spula hvalirnar, er líka mikið, men skilagott var tað.

Tað var dýrdarveður hendan seinnapartin. Sólin skein av skýfríum himli, har flogførini sveimaðu uppi yvir á veg til og frá flogvøllinum i Vágum. Og menn gingu við brandslangunum hjá Miðvágs Kommunu og køldu hvalirnar av. Einki brunnið tvøst í hesi grindini. Takk.

Kunngjørt varð í Útvarpinum, at klokkan hálvum átta fóru seðlarnir at koma út.

Tað var skjótt, at fólkamongdn vaks á havnarlagnum, har bæði børn og vaksin, útlendingar og embætisfólk øll gingu og bíðaðu eftir sama manninum. Sýslumanninum, sum fór at koma við teimum tíðindum, øllum longdist eftir. Hvussu verða partarnir?

Jú, hann kom og fór upp á ein vogn at standa. Lat finnarunum sín hval, merkjarum, formonnum og øðrum embætismonnum, áðrenn hann kom til øll hini.

Nógv var fólkið, og tey fingu eitt lítið hálvt skinn í part burtur úr teimum 76 hvalunum.

Ljóst er hesa tíðina, so einki bilaði lýsið, og lætt var at finna hvalirnar. Hjá teimum flestu. Tí tann ósiður, at menn ganga fullir í grind, var eisini galdandi her. Friðaligir kortini, men uttan minstu hóming av suðri ella norði. Og nógvir knívar arbeiddu, so skjótt kann vera hjá einum, sum ikki hevur gonguvit, at koma fyri ein knív so ella so, um ikki ein sterk hond er, sum tekur í og setir á grótkastið við greiðum boðum um at verða sitandi.

Men alt gekk bæði skjótt og væl. Menn fóru so smátt at ganga frá við trillubørum, vognum og sjálvandi eisini onkur í bili.

Hóast sólin var gingin so mikið í vestan, at Trøllkonufingur stóð í skugga, var framvegis sama dýrdarveðrið. Og menn vóru morgírigir. Teir tevjaðu blóð. Grindablóð.

?Hon var nógv størri úti á, enn tað sum doyði, tosa teir.

?Ivaleyst fer restin at koma aftrat í morgin, ugga teir seg við, nú teir fara heim at leggja í tómu íløtini.

Tað hevur ikki verið líkinda grind í Vágum í eini tvey ár, so øll íløt eru tóm.

Í fjør var ein grind á Sandavági. Radiogrindin, sum onkur er farin at kalla hana, tí har fingu nakrir hvalir sendarar ásettar, áðrenn alt varð rikið til havs aftur.

Og tað gevur einki í tómar kaggar og svangar búkar.