Kvinnurnar 0,1 stig frá at fáa bronsumerki

Mánadagin varð farið í holt við liðkappingina í fimleiki, og at síggja til gongst væl hjá føroysku kvinnunum


 

Fimleikur


Beint áðrenn evstamark okkara vóru føroysku kvinnurnar lidnar við gólvíðkanina í fimleiki.

Undan kappingini var roknað við, at í fimleikinum fór tað at vera á mannfólkasíðuni, at Føroyar fóru at standa seg best, men eftir fyrstu íðkanina tykjast kvinnurnar ikki at standa nakað aftanfyri.

Beint fyri evstamark okkara frættu vit, at kvinnurnar einans vóru 0,1 stig frá at fáa bronsumerki.

Myndamaðurin var á staðnum, og myndirnar her á síðuni tala helst sítt týðiliga mál um, at tær vóru nøgdar um avrik síni.


Seta fleiri fimleikamyndir við. kanska onkra á skák og soleiðis