Skipafelagið Føroyar í Klaksvík hevur nú fingið ein nýggjan trukk, sum ger tað gjørligt at seta bingjur omaná hvørja aðra.
Nýggi stáplarin kemur úr Havn, har hann hevur tænt í fýra ár. Skipafelagið hevur fingið nýggjan stáplara til arbeiðið í Havn, og tí er stóri trukkurin nú komin til Klaksvíkar.
Stáplarin fer at lætta munandi um arbeiðið á bryggjuni í Klaksvík. Tað er trongligt á vestara havnaøki, og nú nýtt virkið verður bygt á økinum, er tað enn minni pláss til bingjur.
Tað hevur verið ein trupulleiki, at eingin hevur havt útgerðina til at stakka bingjur, og tí hava tær tikið óneyðuga nógv pláss, tá tær hava staðið lið um lið.
Nýggir møguleikar
Nýggi stáplarin hjá Skipafelagnum í Klaksvík skal brúkast í samband við avskiping og lossing, og hann hevur longu verið í sving.
Stáplarin vigar stívliga 70 tons, og hann kann lyfta 45 tons. Hann røkkur at stápla fýra av teimum høgu bingjunum omaná hvørja aðra, og er talan um tær lægru bingjurnar, fær hann stakka fimm slíkar.
Stáplarin fær eisini flutt tær stóru og tungu bingjurnar, og tað fer eisini at lætta um arbeiðið hjá Skipafelagnum.
Plásstrot
Tað hava leingi verið trupulleikar við plássinum á havnaøkinum í Klaksvík. Virksemið er nógv økt seinnu árini, og tað er farið at ganga undan við plássi.
Í løtuni er gongd í byggingini av einum nýggjum krivjivirki til alivinnuna, og tað fer við nógvum plássi, umframt at virkið fer at hava nógv virksemið við sær á havnalagnum.
Klaksvíkar býráð hevur arbeitt við at fáa meiri havnaøki, og nýggj góðshavn er í gerð í Ánunum. Tað hevur eisini verið tosað um at fylla meiri út á vestaru síðu, men hesar ætlanir eru ikki vorðnar veruleiki enn.
Stáplarin hjá Skipafelagnum bøtir um trupulleikarnar, sum hava staðist av plásstrotinum.









