Yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum fáa millum 800.000 og tvær milliónir krónur um árið. Í 2009 var samlaði lønarposin til yvirlæknarnar á Landssjúkahúsinum góðar 35 milliónir kr. Norðlýsið hevur tíðindini frá ársroknskapinum frá 2009.
Tá vóru 28 yvirlæknar í starvið.
Frá lønardeildini á Landssjúkrahúsinum verður sagt, at grundlønin hjá yvirlæknunum á Landssjúkrahúsinum er 800.000 krónur um árið. Tað svarar til umleið 17.000 krónur um vikuna.
Flestu yvirlæknararnir fáa hinvegin væl meira enn so. Tað er serliga á deildunum, har tað bara er ein yvirlækni.
Sambært lønardeildini hjá Landssjúkrahúsinum fáa fleiri yvirlæknar eina ársløn, sum er meira enn tvífalt grundlønina.
Tað er ikki óvanligt, at yvirlæknar fáa útgoldið tvær milliónur krónur í løn um árið. Tað er 167.000 krónur um mánaðin, ella 41.000 krónur um vikuna.
Sosialurin kunngjørdi í farnu viku, at læknar, sum stilla til forvakt á sjúkrahúsinum á Tvøroyri ella Klaksvík fáa 56.000 krónur í løn um vikuna.