Ynskið er universitetsdepil í Marknagili

Tá Fróðskaparsetrið rundaði tey 25 lat Tórshavnar Kommuna tí eitt grundstykki uppá 50.000 fermetrar í gávu. Tað er vestan fyri Vallaraheimið í Marknagili. Setursrektarin dylur ikki fyri, at hetta hevði verið eitt frálíkt øki til universitet ella lærdan háskúla.


Fróðskaparsetur Føroya og framtíðin



Tað er neyvan nakað dulsmál, at nógvir av hægru skúlunum og lærustovnunum í Føroyum hava bæði ringar og trongar umstøður at virka undir. Og í hesum sambandi er okkara hægsti lærustovnur, Fróðskaparsetur Føroya einki undantak. Setrið hevur leingi havt ringar hølisumstøður. Hølini liggja spjødd ymsa staðni, og mong teirra eru vánalig.

Rektarin, Malan Marnerdóttir váttar, at so er. - Vit hava ringar undir-vísingarumstøður, og umstøðurnar hjá studentunum eru eisini vánaligar. Teir áttu at fingið nógv betri umstøður, tí tað eru studentarnar vit skulu læra at granska og undirvísa, og sum skulu bera hetta víðari. Tað hevði verið best, um teir høvdu góðar umstøður við góðum lesisalum, teldustovum, kantinuviðurskiftum, har teir sosialt og arbeiðsliga kundu verið saman, og vit øll kundu møtst.

Malan Marnersdóttir sigur, at sum nú eru tey 20 vísinda-starvsfólkini spjødd út á 4-5 ymsar adressur í býnum og studentarnir somuleiðis. Tað er ein stór hjálp, at undirvísingin á Søgu- og samfelagsdeildini hevur fingið innivist á Sjómansskúlanum. Haraftrat hevur mann fingið eina nýggja teldustovu í eini barakk í Nóatúni. Kortini mangla bæði undirvísingarhøli og arbeiðsumhvørvi til studentarnar. Og skuldi stovnurin verið so mikið heppin at fingið umstøður at sett fleiri vísindastarvsfólk, so hevði neyvan verið pláss fyri teimum.


Fingu grundøki í gávu
Tað hava annars verið nógv ymisk uppskot til at loysa hølis-trupulleikarnar. Mentamálastýrið hevur sett eina millión kr. av til at gera uppskot um, hvussu mann loysir hølistørvin hjá setrinum. Tað ætla tey sær í gongd við í ár og halda fram tey næstu árini.

Hóast torføru støðuna, so vísir rektarin á, at Setrið varð so mikið heppið, tá tað fylti 25 ár, at Tórshavnar Kommuna lat tí eitt grundstykki uppá 50.000 fermetrar í gávu. Tað er vestan fyri Vallaraheimið í Marknagili. Malan Marnersdóttur dylur ikki fyri, at hetta hevði verið eitt frálíkt øki til universitet ella lærdan háskúla.

Sjálv hevur hon havt tilknýti til Fróðskaparsetrið í skjótt 19 ár og hevur verið sera fegin um umstøðurnar á Debesar-trøð. Her er hugnaligt og gott, men soleiðis sum tað sær út, eru ikki long útlit fyri, at vit rúmast her. Verður farið at byggja í Marknagili kundi tað verið í stigum. Har hevði mann so kunnað lagt lunnar undir eitt sokallað campusøki við deildum, studentabústøðum, íbúðum til gestalærarar osfr.

Tað var so eisini í hesum andanum, at skipað var fyri eini hugskotskapping innanhýsis á Setrinum í desember í fjør. Har varð eitt uppskot um at byggja út á Debesartrøð, meðan onnur vóru at flyta út í Marknagil, eitt við tí mergjaða heitinum ?Vitanarvarði í Marknagili?.

Øll hesi mongu árini Malan hevur verið á setrinum hevur verið tosað um at fáa Setrinum betri umstøður og ofta hevur verið víst til fáa húsarúmd í húsinum, har Heilsufrøðiliga Starvsstovan er. - Eg veit ikki, um tað er rætt at tosa um tað longur. Starvsstovan er har. Eg haldi mann skal seta hol á hetta av nýggjum og siga, at nú byggja vit eitt føroyskt universitet, Føroya Lærda Háskúla. Hesi góð 35 árini setrið hevur verið til, eru komnar tríggjar deildir. Mann kann væl hugsa sær tríggjar nýggjar deildir aftrat um onnur 35 ár, og tí er umráðandi at byggja soleiðis, at møguleikar eru at útbyggja aftur seinni. Tað krevur pláss, og tí er hugskotið um ein universitetsdepil í Marknagili gott. Og so liggur økið eisini tætt Havnini við góðum útsýni til íblástur hjá bæði studentum og lærarum.