Vunnið fleiri virðislønir - tveitt úr skúlanum

Virðislønir regna niður yvir unga, føroyska íverksetarin, Heiðu G. Nolsøe, men hon má rinda ein dýran prís fyri eitt slóðbrótandi uppfinnilsi

Síðani tær báðar, føroyska Heiða G Nolsøe, og danska Marie Berggren funnu uppá slóðbrótandi einnýtis ruskílatið, DropBucket, hava virðislønirnar regnað niður yvir tær báðar.

 

Men tykist sum um at tær mugu rinda ein ógvuliga høgan prís fyri at hava funnið upp á nakað, sum alstórur áhugi er fyri.

 

Tær báðar lesa verkfrøði í Danmark og nú ein dagin skrivar Berlingska, at tær nú verða tær tveittar úr skúlanum.

 

Støðan er nevniliga tann, at tær báðar hava ætlað at drýggja lesturin eitt sindur fyri at hava stundir at menna fyritøkuna, DropBucket.

 

Men nýggjar reglur, sum eru settar í gildið í Danmark, forða fyri hesum, so nú noyðast tær at gevast í skúlanum.

 

Og tað skilst á greinini í Berlingske, at tær báðar eru ikki einastu íverksetarar í Danmark, sum hava rent seg í hesa forðingina.

 

Eftir nýggju reglunum er tað at krav, at tað skal vera fulltíðarstarv at lesa og tí eru Heiða G. Nolsøe, og aðrir íverksetarar, komnir í ta tvístøðu, at tey skulu velja ímillum at halda uppat á skúlanum fyri at gera dreymin um egna fyritøku, til veruleika.

 

Tær báðar siga við Berlingske, at tær eru vónbrotnar, tí báðar vilja tær gera útbúgvingina lidna.

 

Fyri at kunna halda fram á skúlanum, hava tær báðar enntá frásagt sær rættin til lestrarstuðul, tí tær halda, at fyritøkan klárar at rinda teimum so frægt í løn, at tær klára seg.

 

Tær vísa á, at universitetini vilja hava íverksetarar, og tað hava tær báðar givið teimum. Stjórnin vil hava vøkstur og tað hava tær eisini givið henni. Men nú føla tær, at tær verða revsaðar fyri at hava gjørt tað, stjórnin sóknast eftir hjá ungum fólki.

 

Tær halda, at undantaksreglurnar frá at lesa fulla tíð, skulu ikki bara vera galdandi í sambandi við sjúku og úrvals-ítróttarfólk. Tey halda, at undataksreglurnar skulu eisini verða galdandi fyri úrvals-íverksetarar, sigur Berlingske.

 

Støðan hjá teimum báðum, og øðrum íverksetarum, hevur vakt ans mitt í valstríðnum til fólkatingsvali, tí nógv valevni halda, at hetta er skilaleyst og fleiri hava sagt við DR, at tey eru sinnað at finna eina loysn.