Vitjan av Fiat ellisakførum úr Danmark

Mánadagin 29. mai fáa vit vitjan úr Danmark av sjey smáum Fiat bilum, har tann elsti er frá 1950. Talan er um limir í Fiat Mini Klub, Sjælland, sum í einum ferðalagið upp á 14 fólk skulu ferðast kring landið við bilunum

Ferðin byrjar í Hanstholm leygardagin 27. mai, tá bilarnir koyrdir umborð á Norrönu. Nøkur í ferðalagnum sigla við Norrönu, meðan onnur koma við flogfari.
 
Mánadagin 29. mai koma so allir sjey Fiat bilarnir í land í Havn. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
 
Ferðin er komin í lag í sambandi við at Jørgen Mikkelsen, sum starvast hjá inventarfyritøkuni TOBI A/S, hevur verið nógv í Føroyum í arbeiðsørindum. Tað eru Jørgen Mikkelsen og konan Lisa, sum hava lagt túrin í Føroyum til rættis.
 
Bilarnir sum tey 14 fólkini í ferðalagnum hava við sær eru: Tríggir Fiat 500, sum eru frá ávikavist 1950, 1962 og 1968, og tríggir Fiat 600, sum eru frá 1962, 1972 og 1973. Tann nýggjasti er ein Fiat 126 frá 1974.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Sama dag sum tey koma, mánadagin 29. mai kl. 16.00, verða bilarnir sýndir fram uttan fyri hjá BR Leikum á Hálsi, har verður høvi hjá fólki at síggja bilarnar og fáa eitt prát við eigararnar.
BR Leikur hava nøkur sera góð tilboð hendan dagin við modellbilum í sambandi við Fiat-vitjanina.
 
Ferðalagið fer at ferðast kring landið við bilunum. Tey skulu vitja í Suðuroy, Sandoy, Eysturoy, Norðoyggjum og í Vágum. Tey hava lagt eina nágreiniliga skrá fyri túrin.
  
Bilarnir fara avstað við Norrönu fríggjadagin 9. juni.