Petur Steingrund
Fiskirannsóknarstovan
????????????????????
Hesin spurningur kemur mær í huga eftir at hava lisið greinina hjá Kára P. Højgaard, sum stóð í Sosialinum 28/6-2004. Óivað eru fleiri lesarar, sum spyrja sama spurning og tí vil eg greiða stutt frá nøkrum, sum vit vita um toskin við Føroyar.
Tilgongdin av toski er ójøvn
At alt ikki er tað bera óskil á havsins botni sæst eina best við at fylgja árgangunum av toski við Føroyar. Summir árgangir (t.d. 1993 árgangurin) eru góðir og síggjast aftur í fiskiskapin-um í mong ár, meðan aðrir árgangir eru veikir. Tí er møguligt at spáa um framtíðina, um ein veit, hvussu stórir árgangirnir eru. Hesa vitan høvdu norskir fiski-frøðingar longu fyri umleið 100 árum síðan.
Gróðurin stýrir tilgongdini
Hvussu stórir eru árgangirnir? - jú fyrr vit vita tað, jú betur. Yngulkanningar (tá toskurin er 3 mánaðir gamal) kunnu geva eitt gott boð, sum til dømis fyri tosk í Barentshavinum. Fyri føroyskan tosk er tað tó gróðurin í havinum, sum hevur mestan týdning fyri tilgongdina. Í mai 2000 var gróðurin sera góður og harvið var ein stór nøgd av føði fyri toskin veturin 2000-2001. Harvið nógv kom undan av 2 ára gomlum toski í 2001 (1999 ár-gangurin). Í mai 2002 var gróðurin vánaligur og tí vita vit, at 2001 árgangurin av toski helst verður veikur. Hetta sambandið millum gróður og tosk er serfør-oyskt og ger, at vit í Føroyum hava betri møguleika at fylgja við toskinum enn onnur lond.
Hvar hendi við toskinum fyrst í nítiárunum?
Nógv hevur verið gjørt burturúr, at føroyskir fiskifrøðingar ikki kundu siga frammanundan, at toska-fiskiskapurin fór at koma fyri seg aftur eftir kreppuna. Í tíðarskeiðnum 1990-1994 vóru gróðurkanningar gjørdar, men eingin visti, um virðini vóru høg ella lág. Tað var heldur ikki greitt, um nakað samband var millum gróðurin og fiskin. Vit vita í dag, at tað er eitt rættuliga neyvt samband millum gróðurin í havinum og fisk, tí vit hava eitt nógv betri tilfar (1990-2004, tvs 15 ár). Í 1994 og 1995 var gróðurin góður og ein góð tilgongd saman við góðum vøkstri gav tann nógva fiskin í 1995-1996.
Eingin munur er millum fisk og fugl
Breið semja er millum føroyingar, at ein má ansa eftir, hvussu fuglabjørgini verða troytt. Lætt er at síggja fuglin í berginum og at fylgja við annars. Men tá tað snýr seg um fiskin, sum er 100 metrar longur niðri, er semjan ikki til meira. Eingin sær toskin og ein vanlig fatan er, at fiskurin má fiskast her og nú, tí annars hvørvur hann. Kanningar vísa, at tað er lítil ella eingin munur millum fuglin og fiskin. Gróðurin í havinum stýrir bæði fiskinum og fuglin-um, tí teir liva av tí sama (nebbasild).
Veiðitrýstið má taka hædd fyri vánaligum gróðrartíðum
Tað eru tíðarskeið við vánaligum gróðri og øvugt ("rak" ár og "feit" ár). Veiðitrýstið má tí vera somikið lágt, at grunnarnir tola nøkur ár við vánaligum gróðri. Ferð eftir ferð verður spurningin settur, hví veiðitrýstið skal niður, tá nógv er til av fiski. Vit kunnu ímynda okkum eina ballón við einum loddi. Tá uppdriftin er góð ("góður gróður"), flýgur ballónin høgt uppi ("nógv til av fiski"), men ballónin kemur ov langt niður, tá lítil uppdrift er. Feilurin er, at loddið ("veiðitrýstið") alla tíðina hevur verið ov tungt, eisini tá ballónin var høgt uppi.
Gransking seinastu 100 árini hevur givið úrslit
Sum greitt frá omanfyri eru stór framstig hend innan gransking seinastu 100 árini. Fyri fáum árum síðan funnu føroyskir fiskifrøðingar eitt sera greitt sam-band millum gróðurin í havinum og tosk (og annan fisk). Føroyski landgrunn-urin er harvið vorðin ógvu-liga áhugaverdur í granskingarhøpi, tí eitt slíkt samband er ikki staðfest á nøkrum øðrum havleiðum í Norðuratlantshavi. Hóast hesi framstig halda mangir føroyingar, at tú mást fiska fiskin, tá tú hevur møguleikan til tess, "tí vit vita so at siga einki um fiskin". Mong halda, at fiskurin, sum er tilstaðar í dag, er burtur í morgin, ella at fiskiskapur ikki ávirkar fiskastovnarnar (líka nógv er til sjálvt um nógv verður fiskað). Gransking vísir, at tað er lítil ella eingin munur millum fisk og t.d. fugl. Verður nógv fleygað ella skotið av fugli, minkar talið av fugli í bjørgunum. Sama er galdandi fyri fisk. Eingin føroyingur hevði droymt um at skotið ein fugl, "tí hann var burtur í morgin". Føroyingar hava dugað at varðveita fuglameingið við Føroyar og vónandi verður sama skynsama hugsanin galdandi fyri fisk.