Vit sakna tína rødd!

Vilt tú gera ein mun? Ynskir tú at rødd tín skal hoyrast?

Verða tíni sjónarmið hoyrd? Brennur tú fyri eini søk? Ynskir tú at læra meira um politik? Heldur tú at kristna heims- og lívsáskoðanin skal mynda okkara samfelag?
So er tað tína rødd vit sakna!
Mikukvøldið 21. september kl. 19.00 verður ársaðalfundur hjá Ung fyri Miðflokkin á Hotel Hafnia, og vilja vit hervið bjóða øllum vælkomnum til fundar. Umframt kjak, val av nevndarlimum og viðtøkusamtykt verður fundurin eisini uppstillingarfundur hjá UfM til Løgtingsvalið. Kom við og lat tína rødd hoyrast.


Hallur av Rana, formaður
Rani Skaalum, næstformaður
Vegna nevndina í UfM