Fíggjarlógin fyri 2006
Skattalættin, sum samgongan ætlar at lata næsta ár, verður dýrur hjá føroyska skattgjaldaranum.
Tað staðfestir Páll á Reynatúgvu, sum er framsøgumaður hjá tjóðveldisflokkinum, nú uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár kemur til viðgerðar í løgtinginum í dag.
Hann er samdur við onkrum av tí, sum samgongan ætlar at gera næsta ár, men hann er ósamdur í tí mesta.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, er ringt at fáa eyga á, at tey stóru nýbrotini eru í væntu í føroyskum politikki. Og verður visjón 2015 ætlanin hjá landsstýrinum havd í huganum, er slett ongin glotti at hóma, sigur framsøgumaður tjóðveldisfloksins.
Verður hugsað um tær stóru ætlanir viðvíkjandi útbúgving og gransking, sum eru settar fram í Visión 2015, er tað ringt at síggja nakað samband ímillum hesa fíggjarlógina og framtíðarætlanina hjá landsstýrinum, leggur hann afturat.
Kundu átt hundraðtals milliónir meir
Hann heldur, at tað, sum samgongan ger, er ikki annað enn at eta burturav tí, sum tjóðveldisflokkurin hevur spart upp tey, árini hann umsat fíggjarmál.
Uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár, er ikki annað enn framskrivingar og bókhald.
Hann er annars ikki ósamdur í, at avgjøldini á sigarettum verða hækkað.
Tjóðveldisflokkurin hevur annars ikki tikið endaliga støðu til ætlanina at hækka vektgjaldið á akførum, men hann væntar eisini, at flokkurin fer at taka undir við tí.
Samstundis tekur flokkurin undir við at barnsburðarskipanin verður løgd undir partarnar á arbeiðsmarknaðinum at umsita, tí hildið verður, at tað er har, hon hoyrir heima, tí talan er um eitt arbeiðsmarknaðarnmál burturav.
At leggja barnsburðarskipanina undir arbeiðsmarknaðinum og at hækka avgjøld fyri at breiðkað inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, hevur tjóðveldisflokkurin mælt til í tvey ár.
Tí harmast flokkurin um, at samgongan ikki fylgir ráðunum fyrrenn nú.
Hevði samgongan fylgt okkara ráðum beinanvegin, hevði landskassin verið fleiri hundrað milliónir betri fyri, enn hann er í dag, sigur Páll á Reynatúgvu.
Dýrur skattalætti
Hinvegin er tjóðveldisflokkurin grundleggjandi ósamdur í skattapolitikkinum hjá landsstýrinum og at skatturin verður lækkaður.
Men flokkurin heldur eisini, at skattalættin er ikki so ljósareyður sum samgongan vil gera hann til.
Veruleikin er, at skattgjaldarar ov vinnulív koma at betala yvir 100 milliónir í meirútreiðslum afturfyri at fáa tær 60 milliónirnar í skattalætta, sum samgongan ætlar at lata næsta ár.
Tískil er tað ikki rætt, tá ið samgongan førir fram, at skattalættin svarar til tær eykabyrður, sum verða lagdar á skattgjaldarar afturfyri at barnsburðarskipanin verður løgd undir arbeiðsmarknaðin, so at løntakarar og arbeiðsgevarar skulu betala hann sjálvi.
Vit halda at tað er rætt at lata kommununum endurgjald fyri at yvirtaka barnaverndarøkið.
Men Páll á Reynatúgvu sigur, at roknistykkið hjá samgonguni í sambandi við skattalættan er púra skeivt.
Landsstýrið sigur, at tað fer at kosta skattagjaldarum og kommunum 60 milliónir at yvirtaka barnaverndina og barnsburðarskipanina og at hetta so uppvigar skattalættan, sum eisini er 60 milliónir.
Páll á Reynatúgvu sigur, at hetta er heilt skeivt!
Fyri tað fyrsta rakar skattalættin soleiðis, at 12 milliónir koma at raka botnfrádráttin í kommunuskattinum. Barnaverndarøkið kostar 38 milliónir. Harafturat er ætlanin at leggja stuðulsfólkaøkið undir kommunurnar at umsita og tað kostar aðrar 14 milliónir. Sostatt skulu kommunurnar yvirtaka tilsamans 64 milliónir frá landskassanum. Harafturat fer tann parturin av barsilsskipanini, sum almennir arbeiðsgevarar ikki skulu gjalda, at kosa góðar 42 milliónir.
Sostatt skulu skattgjaldarar og privatir arbeiðsgevarar betala 106 milliónir í meirútreiðslum og afturfuri fáa tey so 60 milliónir í skattalætta frá landinum, sigur Páll á Reynatúgvu.
- Harafturat er tað mest tær høgu lønirnar, sum fáa skattalætta, samstundis sum tað eru allir lønarbólkar, sum skulu betala meiri avgjøld og í barnsburðarskipanina, eisini tey lágløntu.
Sostatt er samgongan við til at gera býtið ímillum samfelagsbólkarnar, altso stættarmunin, enn størri enn hann er og tað tekur tjóðveldisflokkurin ikki undir við.
Gera sína egnu fíggjarlóg
Annars fer Tjóðveldisflokkurin at gera sítt egna uppskot til fíggjarlóg. Eftir ætlan skal tað leggjast fram í dag og tí fer Páll á Reynatúgvu ikki í smálutir við tí. Men hann sigur, at hallið á teirri fíggjarlógini er lægri enn í uppskotinum hjá samgonguni. Hinvegin er skattalættin strikaður og talan er ikki um stórt fleiri avgjøld, enn samgongan hevur skotið upp.
Annars fer tjóðveldisflokkurin at broyta fleiri av teimum raðfestingum, sum landsstýrið hevur gjørt, eins og allur stuðul til vinnuna er strikaður.