Vit hava ofta verið í eini lyklastøðu í føroyskum politikki. Og tað er mangt, sum bendir á, at vit koma at hava ein týðandi leiklut eisini í framtíðini.
-Sámal Petur í Grund, formaður sjálvsstýrisfloksins, er sum so vælnøgdur við tað tað seinastu veljarakanningina, sum varð kunngjørd hóskvøldið.
Tí hon vísir, at veljararnir hjá flokkinum taka sum heild undir við politikkinum hjá flokkinum, nú hann situr í samgongu í hesi avgerðandi løtu í Føroya støðu.
-Kanningin vísir, at heili 87% av sjálvstýrisfólki vilja ikki hava nýval og tað er ein greið ábending um, at veljarar floksins taka undir við samgonguni. Og so dygga undirtøku fær ongin av hinum flokkunum í samgongu frá sínum veljarum, sigur Sámal Petur í Grund.
Annars vísir veljarakanningin, at talan er um tveir stórar blokkar, tjóðveldisflokkurin og tjóðveldisflokkurin øðrumegin, og javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin hinumegin. Hvør blokkurin hevur um 45% av atkvøðunum.
Tí hevur tað stóran áhuga, hvørja leið teir minnu flokkarnir velja, ikki minst sjálvstýrisflokkurin.
Sambandsflokkurin fær krakk
Men veljarakanningin vísir heilt greitt, at sjálvstýrisfólk geva sambandsflokkinum so dyggiliga krakk.
-Tað er ikki ein sjálvstýrisveljari, sum sigur, at hann vil samstarva við sambandsflokkin, sigur Sámal Petur í Grund.
Sjálvstýrisveljarar vilja fyrst og fremst samstarva við fólkaflokkin (37,5 %). Hinvegin vilja góð 16,5% helst samstarva við tjóðveldisflokkin og tað sama við javnaðarflokkin.
- Men teir flestu av okkara veljarum, 41,7 %, halda, at tað eru fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin, sum frægast kunnu loysa málið um framtíðarstøðu Føroya.
- Hetta samsvarar væl við tað broyttu kósina í sjálvstýrismálinum, tí har hava vit altíð verið varnir.
-Tann broytta kósin er tí kanska meiri í samsvar við viljan hjá okkara baklandi.
Og hetta fær í hvussu so er ikki Sámal Petur í Grund til at skifta kós.
-Skuldi vit valt samgongu umaftur, høvdu vit ikki gjørt øðrvísi, tí kanningin vísir eisini, at heilir 87% av okkara veljarum eru ímóti nývali. Tað taki eg sum at teir eru nøgdir við samgonguna.
Ov lítið kjøt á
Kanningin vísir somuleiðis, at fólk eru eitt sindur óviss um tað komandi fólkaatkvøðuna, sum skal vera í apríl.
Bara góð 40 % siga, at teir fara at atkvøða ja, men heili 17% siga, at teir vita ikki.
-Hetta vísir, at fólk eru kanska eitt sindur ørkymlað. Í hvussu so er bendir hetta á, at fólk ikki vita, hvat atkvøðast skal um.
-Men tað er ikki so undarligt, tí tað er nevniliga ikki greitt enn.
- Enn er ov lítið kjøt á fólkaatkvøðuni, sigur formaður sjálvstýrisfloksins.
- Men samgongan skal júst brúka tað komandi tíðina til at fáa fulla greiðu á, hvat atkvøðast skal um, leggur hann afturat.