- Eg haldi, at vit flyta nøkur mørk, og eru við til at fáa fleiri fólk upp í hjálpararbeiðið
Tað sigur Bodil Finnsson, leiðari í Reyða Kross handlinum í Vági.
Handilin fyllir fimm ár í dag, og í hesum sambandi verður ein kaffimunnur at fáa nú seinnapartin. Í dag er handilin í ljósum og góðum hølum á Marknoyri, har Demic bygdi handil í síni tíð.
Hetta eru triði húsini, Reyða Kross handilin í Vági húsast í hesi fimm árini, og tað gekk so illa at fáa eini høli, sum vóru tøk til endamálið, at tey vóru líka við at geva skarvin yvir, tá ið hesi hølini vórðu tøk.
Bodil Finnsson sigur, at tað merkist á søluni, at tey hava fingið góð og ljós høli at vera í, tí sølan er alsamt økt seinastu tíðina.
Arbeiðið í handlunum hjá Reyða Krossi er sjálvboðið, og peningurin, sum kemur inn, verður brúktur til at hjálpa illa støddum fólki við at útvega reint vatn, heilivág, mat, og at tryggja børnum skúlagongd. Og peningurin verður eisini brúktur at útvega teimum bráðfeingishjálp, ið er rakt av kríggi, náttúruvanlukkum og fátækadømi.
Men Reyði Krossur hjálpir eisini fíggjarliga sperdum familjum í Føroyum við góðum klæðum.
Í handlunum hjá Reyða Krossi selja tey brúkt klæðir.
- Tað er ikki skomm at ganga í brúktum klæðum. Tvørtur ímóti gongur rákið tann vegin, at fleiri og fleiri leggja seg heldur eftir at keypa sær brúkt klæðir, heldur enn at keypa nýtt alla tíðina, heldur Bodil Finnsson.
Klæðini, sum verða seld í handlinum í Vági, eru klæði, sum fólk í Suðuroy lata, og klæðir, sum koma suður úr Havn.
- Øll kunnu lata handlinum klæði, einasta treytin er, at tey eru heil og rein, sigur hon.
Hon heldur, at ein slíkur handil, sum hesin, flytir mørk hjá fólki. Eitt er, at fólk kunnu útvega sær bílig klæðir, men eitt annað er, at tað fær fleiri og fleiri fólk virkin í hjálpararbeiðnum, og gevur fólki eina fatan av, hvussu týdningarmikið, arbeiðið hjá Reyða Krossi er, sigur hon.










