Miðnámsskúli og røktarheim
Tvøroyrar Býráð fer ikki at leggja seg í vegin fyri, at ætlaði miðnámsskúlin í Suðuroy verður bygdur í Vági.
Tvøroyrar Býráð hevur viðgjørt ætlanina hjá Landsstýrinum um at byggja skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági.
Í eini heilt stuttari fráboðan í gjár sigur býráðið, at tað virðir avgerðina hjá Vágs Býráð um at miðnámsskúlin skal byggjast í Vági.
Hetta er tað einasta, sum stendur í fráboðanini frá Tvøroyrar Býráði.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, vil ikki útgreina fráboðanina nærri.
? Landsstýrið kann sjálvt tulka seg fram til, at liggur í henni, sigur hann.
Men hann sigur, at sostatt setir Tvøroyrar Býráð ongar treytir í hesum sambandi.
Eru landsmál burturav
Sambært borgarstjóranum á Tvøroyri ber eisini illa til hjá kommununum at seta landsstýrinum treytir í hesum sambandi.
? At byggja skúlar er eitt landsmál burturav. Eldraøkið er eisini eitt landsmál burturav. Tí kunnu kommunurnar ikki seta treytir.
? Landsstýrið hevur sostatt fullar heimildir til at byggja bæði røktarheim og skúlar, har tað vil, sigur Kristin Michelsen.
Nú er tað ein samgonga í landsstýrinum við javnaðarflokkinum, sambandsflokkinum og fólkaflokkinum, sum stendur aftanfyri hugskotið at byggja skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági. Allir sjey limirnir í Tvøroyrar Býráð umboða akkurat somu flokkar, tí har sita nevniliga fýra javnaðarmenn, tvey sambandsfólk og ein fólkafloksmaður. Spurningurin er so, hvussu tað til, at byráðið ikki greitt boðar frá, at tað stuðlar floksfeløgunum í Landsstýrinum?
? Landspolitikkur og kommunupolitikkur er heilt hvør sítt. Býráðið er fyrst og fremst valt at røkja áhugamálini hjá Tvøroyrar Kommunu og í øðrum lagi eru vit vald at røkja áhugamálini hjá Suðuroynni. Í Landsstýrinum føra tey landspolitikk og tað er nakað heilt annað, sigur Kristin Michelsen.
Tvøroyrar Býráð hevur altíð tvíhildið um, at eldraøkið er landsmál burturav. Merkir tað, at Tvøroyrar Býráð ikki vil vera við at betala eitt møguligt røktarheim í Suðuroy, skuldi landsstýrið ætla tað?
? Vit eru opnir fyri øllum møguleikum og vit avvísa ongan møguleika frammanundan. Spurningurin um hvør skal betala hvat, er ein spurningur um at tosa við kommunurnar. Kemur landsstýrið við einum útspæli, eru vit sinnað at tosa um tað, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.