Mikukvøldið 9. februar bjóðar Norðurlandahúsið til eitt serstakt kvøld, har filmssýning og framførsla verða á skránni. Unga stjørnuskotið Ruth Palmer fer at framføra á eini Stradivarius violin, eins og ein dokumentar filmur um nógv umrøddu violinirnar verður á sýndur. Talan er um dokumentarin ?In search of the Meddiah?, sum er um Stradivarius violinirnar.
Filmssýningin er ein dokumentar um heimskenda violinslagið Stradivarius, ið stavar frá italska violinbyggjaranum Antonio Stradivari (1644 ? 1737). Violinir, sum eru bygdar av italsku Stradivari familjuni eru tær mest virðismiklu violinirnar í heiminum. Tær eru so kostnaðarmiklar, at ein vanligur violinleikari ikki hevur ráð at keypa sær eina og er sera heppin, um hann ella hon fær eina til láns.
Og júst so heppin er Ruth Palmer; hon hevur fingið tann heiður at fáa Yfrah Neaman Stradivari violin til láns frá familju hansara. Ruth luttekur í dokumentarfilminum og spælir eftirfylgjandi Bach E major Partita fyri solo-violin.