Vinnuhúsið undrast yvir, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ikki heldur føroyskar fyritøkur vera førar fyri at gera eina heila ítróttarhøll. Í viðmerking á heimasíðuni sigur Vinnuhúsið, at Heðin Mortensen eigur at greiða frá, hví hann hevur hesa áskoðan. Víst verður til grein í Sosialinum, har borgarstjórin er endurgivin fyri at siga, at ongar føroyskar fyritøkur kunnu gera eina heila ítróttarhøll, sum tann á Hálsi. Men hann metir tó, at onki er í vegin fyri, at føroysk arbeiðsmegi verður nýtt í arbeiðinum. Vinnuhúsið undrast yvir hesa áskoðan hjá borgarstjóranum og biður nú um eina frágreiðing.