Vindmyllurnar skaddar í storminum

Fleiri vindmyllur vóru skaddar í stormunum um jólini. Vindmátarin í Neshaga mátaði 76 m/s upp á tað mesta.

Stormurin um jólini elvdi til smærri brek í fleiri vindmyllum bæði í Neshaga og Húsahaga, sum nú vera umvældar og eftirkannaðar, boðar SEV frá í dag.

 

Fleiri vindmyllur hava tí staðið stillar seinastu dagarnar, meðan ENERCON umvælir og eftirkannar myllurnar, sum verða settar í gongd aftur, so hvørt tær eru lidnar.

 

ENERCON verður liðugt við arbeiðið ein av fyrstu døgunum, og tá koyra allar myllurnar aftur sum vanligt.

 

Ein av vindmyllunum í Neshaga máldi upp í 76 m/s í jólastorminum. Mesti vindurin, sum SEV hevur mátað í Neshaga er 82 m/s. Fimm ENERCON-myllur eru í Neshaga, og 13 myllur av hesum slagnum eru í Húsahaga.