Villar plantur til matna

”Á landsbygd har eta tey sýrulegg og hvonn”
og tað gera tey eisini á Noma - heimsins bestu matstovu

Sigga Rasmussen

Adjungeraður námslektari í plantufrøði

****



Á fínaru matstovunum borðreiða tey við villum, og mestsum gloymdum plantum úr náttúruni, og á tallerkunum sært tú hagasólju, sýru, arva og myntu sum kokkarnir helst sjálvir hava savnað.

Tí søtur er sjálvgivin biti.

Og í handlunum uttanlanda kanst tú nú eisini keypa tær bæði notur, geitarkál og sjáldsom plantusløg hentað úr náttúruni og helst á serstøkum lendum.


Spurningurin er, um hetta nú bara er so einfalt, rætt og ráðiligt, - ella eru vit kanska ov góðvarin?




Norðurlendskar plantur


Rákið er, at vit skulu gagnnýta okkaru egnu norðurlendsku plantusløg, og tað helst úr nærumhvørvinum, og helst tað tíð, tá tær eru tøkar og frískar. Hetta verður mett at vera betri bæði fyri fólkaheilsu, veðurlag, samleika og eisini ferðavinnu.

Tað er eisini eitt rák í tíðini sum hevur við sær, at tað hjá fjepparum ikki longur er nóg mikið, bara at eta tað vanliga kenda grønmeti og fruktina sum liggur á handilshillunum. Tað skal helst vera serstakt, ørvísið og meira forkunnugt. Og tað er heldur ikki longur nóg mikið við sløgum úr fjarskotnum londum. Nei tað skal helst vera heimadyrkað, eisini um tú býrt í býunum. Býardyrking kallað tey tað, ella ’urban gardening’. Sjálvt Michelle Obama veltir grønmeti á grasvøllinum við Hvítu húsini.

Men um tú hevur tíð og vitan, so eru tey villu etandi plantusløgini uppaftur hægri í metum. Og tann sum hevur stundir til at sóknast eftir og finna okkurt sjáldsamt og vælsmakkandi í náttúruni, er ein hetja og kemur í fjølmiðlarnar.

Tíverri fara onnur út í náttúruna og tey ódyrkaðu lendini at leita eftir somu sløgum, og gloyma alt um skynsemi, burðardygga nýtslu, og at sløgini kunnu týnast til komandi ættarlið.



Føroysk sløg


Í føroysku floruni hava vit umleið 60 ymisk sløg av villum plantum, sum í útlendsku miðlunum verða nevnd at kunna nýtast til matna. Og tá eru tarar og soppar ikki taldir við. Summi av sløgunum eru sera sjáldsom her, og eiga at verjast.

Harumframt finnast mong onnur vill sløg sum kunnu flokkast undir nyttuplantur t.d. litingarurtir, lekiurtir, snapsaurtir o.a. Tørvur er á kanningum sum lýsa, hvussu vit kunnu gagnnýta hesi sløg trygt og við skynsemi.



Villar ella vanligar plantur til matna?


Tey villu plantusløgini eru ikki roynd, kannaði og lýst, eins og tær vælkendu dyrkaðu matplanturnar. Vóru tey tað, so vóru tey sum royndust væl sum plantuføði, jú langt síðani tikin inn til dyrking og sølu.

Harafturímóti hava nógv av vanligu plantusløgunum, sum vit innflyta til matna verið dyrkaðar sum matplantur í øldir, t.d. kornsløgini, frukt- og bersløgini, grønmetissløgini og kryddurtirnar.

Tey verða framhaldandi kynbøtt, roynd og granskað, eisini tí at stóri framtíðar fólkavøksturin fer at krevja enn meira heilsugóða og burðardygga plantuføði.

Somuleiðis væntast, at veðurlagsbroytingarnar fara at seta onnur krøv til dyrking og plantuframleiðslu.


Fleiri av kendu matplantunum eru útvaldar og kynbøttar so nógv, at tær als ikki longur líkjast sínum villu upprunasløgum hvørki í útsjónd, innihaldi ella smakki, fyri ikki at tala um stødd, úrtøku, haldføri og mótstøðuføri móti sjúkum og skaðadýrum. Helst hava vit eisini mist ella frávalt onkrar eginleikar á leiðini t.d. góðan anga og sterkan atsmakk. Felags er tó, at vit vita rættiliga neyvt hvørji evni tær innihalda, eitt nú vitaminir, mineralir, sukurevni, proteinir, fiti, aromaevni og nú eisini teir áhugaverdu sekunderu metabolittarnir, so sum plantulitevnini og onnur flavonoid. Vit vita eisini væl hvør plantulutur á plantuni er áhugaverdur at eta, og hvussu hann kann tilgerast.


Eplaplantan er eitt dømi um eina plantu, sum er tikin úr ódyrkaðum náttúrulendi.

Í fyrstani vistu fólk ikki, at tað var sjálvt eplið sum kundi etast og ikki bløðini, og at eplið mátti kókast, og at alt grønt á plantuni var eitrandi. Heldur ikki vistu fólk hvussu epli skuldi veltast og kynbøtast og tey vistu einki um innihald ella mongu herviligu eplasjúkurnar.

Og enn duga vit illa at varðveita villu eplaplanturnar á sínum upprunastøðum. Tað er neyðugt, tí at upprunaplantur eru altíð virðismiklar sum ílegutilfeingi til framhaldandi kynbótararbeiði.


Villar plantur kunnu vera vælsmakkandi og forvitnisligar at royna til matna. Og mangt bendir á, at plantusløg sum grógva norðaliga og á sínum norðurmarkið innihalda hægri nøgdir av t.d. ávísum vitaminum og smakkevnum enn sløg, ið vaksa sunnanfyri. Tosað verður eisini um norðurlendsk ’terroir’, tað er ávirkanin av vakstrarkorunum sum ger rávøruna serliga og einastandandi, eins og tá tosað verður um ávís vínsløg. Vit kenna hetta aftur, tá tosað verður um skerpikjøt úr ávísum hagaparti ella smakkin hjá nýupptiknum sandeplum.


Men villar plantur kunnu eisini innihalda evni sum eru óheppin fyri heilsuna - ella kanska eitrandi.

Tí er umráðandi at kanna innihald, velja út og kanska kynbøta, eins og við eplinum, hvør plantulutur kann etast, ungur ella eldri, ráur ella tilgjørdur, nær á árinum, og á hvørjum lendi plantan smakkar best og trívist best. Hetta krevur vitan, kanningar og fígging og tað kann taka sína tíð, - men plantutilfeingið eiga vit. Harumframt hava vit onnur sløg t.d. summir tarar og soppar sum avgjørt eisini kunnu vera áhugaverdir til matna.

Og um tað tá vísir seg at vera áhugavert, so eiga vit at ala fram hesi villu sløg við sølu fyri eygað. Tá kundu bæði matstovur og vit onnur borðreitt við villum aldum heilsugóðum plantum.


At taka tey fyrilitarleyst úr náttúruni er ikki rætt í okkara viðbrekna lendi og tað er eisini alt ov tíðarkrevjandi og eingin trygd er fyri at planturnar eru heilsugóðar og at tær ikki eru dálkaðar.

****


Góð varsemisráð til tín sum vil royna villar plantur


1. Náttúra okkara er viðkvom, seyðurin tekur mestsum alt, ið grønt er, og vit sum mentað fólk, eiga als ikki at týna restina, hvørki sum einstaklingar og als ikki í størri nøgdum til matstovur, gildir og sølu. Latið villa gróðurin fáa frið – lítið er til av summum sløgum, og nøkur plantusløg eru hótt.


2. Henta bara sunnar villar plantur sum tit kenna væl, helst á egnum øki, kanska grógva tær villar sum lok (ókrút) í garðinum. Sum tey siga: If you can‘t beat them – eat them. Og um tit ikki megna at henta øll, ansið tá eftir, at hesi kvomu sløg ikki verða til ampa og villast útaftur.


3. At henta og eta villar plantur krevur góðan plantukunnleika, leita tær vitan, byrja í smáum og lær teg fyrst fá sløg at kenna og tilgera. Ikki royta tær upp, klipp heldur av í smáum. Ofta eru ungir partar av plantuni bestir. Et sum minst av óroyndum sløgum. Vit kenna ikki so neyvt hvat tey innihalda og hvat hvør tolir. Fyri tað at ein planta sigst at kunna nýtast til matna, so kann tað hava álvarsligar fylgjur at eta skeivan part av henni, at eta ov nógv av henni, ella at eta hana ráa.


4. Brúka plantubøkur og myndir t.d. Føroysk Flora at finna rætta heiti. Tá er lætt at leita fram meira vitan. Um tit nýta matuppskriftir t.d. av alnótini so mugu tit tryggja tykkum at plantuheiti er tað rætta á latíni. Tað fyribyrgir mongum mistøkum, tí ymiskt er hvussu vanlig fólk og eisini matkøn fólk kalla somu plantu.


5. Planturnar mugu ikki verða dálkaðar av skarni hvørki frá húsdjórum, seyði, fugli ella øðrum og heldur ikki mugu tær vera fongdar av soppi, sjúku og øðrum plágum. Reinsa tær væl. Henta ikki plantur sum kunnu vera dálkaðar av kemiskum evnum.


6. Lærið børnini at vera varin, tað kann hava álvarsligar fylgjur at mistaka seg. Verið serliga varin uttanlanda.


7. Tað ber til at ala fram tey flestu villu sløgini í reinum umhvørvi, eisini í størri nøgdum bæði í íløtum, krukkum, veltum ella í gørðum. Summi dyrka tey longu, bið tey um plantur. Sløgini kunnu nørast antin við fræ ella við plantulutum. Og summum sløgum er ovmikið til av í gørðum og veltum, summi lúkað tey - onnur eta tey.


***

Nøkur føroysk vill plantusløg sum tykjast at vera átulig, og sum tað ofta er nóg mikið til av, antin í náttúruni, í gørðum, ella kanska kanska sum lok í veltum og opinekrum.


Átuligi parturin kann t.d. vera:

Unga fræplantan, rót, leggur, blað, blaðstelkur, blóma, fræ, frukt, ber.

Tað hevur týdning, um tað eru ungir plantulutir ella eldri, tilgjørdir ella ráir.


• Heima- el. bjargahvonn (Angelica archangelica L. subsp.archangelica)

• Søtur urtakervil (Myrrhis odorata)

• Tásársgeitarkál (Aegopodium podagraria)

• Opinekruarvi (Stellaria media)

• Tvíbýlisnota (Urtica dioica)

• Leggsýra (Rumex acetosa)

• Várhagasólja (Taraxacum sp.)

• Aksmynta (Mentha spicata)

• Hirðahjartaarvi (Capsella bursa-pastoris)

• Vanligur berjalyngur (Empetrum nigrum subsp. nigrum)