Tað verður ein dýr rokning, ið bretskir borgarar skulu rinda fyri avgerðina at fara úr evropeiska samveldinum. Bretska blaðið the Sunday Telegraph upplýsir í morgun, at bretska stjórnin er sinnað at rinda 36 milliardir pund, ið er umleið 300 milliardir krónur, fyri at fáa Bretland úr ES.
Sambært blaðnum ynskir bretska stjórnin eina skipan har rokningin verður goldin í trimum umførum eftir, at landið er farið úr ES í 2019.
Sambært blaðnum, so er hetta fyrstu ferð, at stjórnin hevur sett ein kostnað á Brexit, og kemur tað í kjalarvørrinum av truplum samráðingum millum ES og Bretland um Brexit.
Meðan ES ynskir framgongd í samráðingunum viðvíkjandi rættindum hjá ES-borgarun, rokningina fyri Brexit og eina loysn á írska markinum, hevur bretska stjórnin lagt størsta dent á samráðingarnar um eitt framtíðar samstarv, harímillum serliga handilsviðurskiftir og støðuna hjá Bretlandi í mun til felagsmarknaðin.
Sambært blaðnum, so vónar bretska stjórnin, at nýggja uppskotið kann seta glið á samráðingarnar um handilsviðurskiftini eftir Brexit.