Samgongan vil ikki játta Frelsunnarherinum eina hálva millión krónur so at hitastovan í nýggja Herberginum við Dalavegin kann gerast liðug.
Tað er greitt, nú Løgtingið atkvøddi fyri fíggjarlógini fyri næsta ár.
Síðani nýggja Herbergið við Dalavegin varð tikið í brúk, hava tey arbeitt við at útvega eina hitastovu, har heimleys kunnu vera um dagin ístaðin fyri at liggja úti á berajólum allan dagin.
Upprunaliga var ikki ætlanin at játta Herberginum nakrar pengar til at gera hitastovuna lidna.
Men fyri 14 døgum síðani heitti Annika Olsen, landsstýriskvinnan í almannamálum, kortini á Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum um at seta eina játtan upp á 500.000 krónur á fíggjarlógina fyri næsta ár, so at Hitastovan kann gerast liðug.
Men her forroknaði landsstýriskvinnan seg, tí hon hevði nevniliga ikki tryggjað sær undirtøku í samgonguni fyri hesum.
Og tá ið avtornaði varð greitt, at samgongan vildi ikki lurta eftir landsstýriskvinnuni og tá ið Fíggjarnevndin viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár, tók hon ikki játtanina á 500.000 krónur við.
- Tinglimir funnist at Anniku Olsen fyri, at hon ikki hevði tryggjað sær undirtøku í samgonguni fyri hesum, men hon vardi seg við, at málið hevði verið fyri á landsstýrisfundi, sum hevði tikið undir við tí.
Onkur tinglimir spurdi speiskliga um tað var onkur í samgonguni sum trúði, at talan var um eina savna til tey heimleysu, tá ið tosað varð um eina hitastovu til Herbergi.
Tinglimurin føldi seg so noyddan at nágreina, at tað var tað ikki, tí talan var um eitt rúm, so at heimleys kundu sleppa at vera undir taki um dagin, ístaðin fyri at liggja úti á berajólum í øllum veðri.
Andstøðan í Løgtinginum skeyt upp at játta pengarnar, men uppskotið varð felt.
|