Vilja hava Wagner úr Hvítarusslandi

Pólland og tey trý baltisku londini hava heitt á Hvítarussland um at sleppa sær av við Wagner-leiguhermenninar.

 

- Vit hava heitt á stjórnina hjá Aleksandr Lukasjenko, forseta, um at burturvísa Wagner-leiguhermenninar úr Hvítarusslandi í stundini.

 

Tað sigur pólski innanríkisráðharrin, Mariusz Kaminski, eftir fund við starvsbrøður sínar í ávikavist, Litava, Lettlandi og Estlandi í dag.

 

Londini hótta eisini við at steingja mørkini til Hvítarusslsnds, um nakað hendir, har Wagner-limir eru íblandaðir.

 

Sambært pólskum myndugleikum eru fleiri túsund Wagner-hermenn í Hvítarusslandi, sum hevur mark til bæði Russland, Ukraina, Pólland og Litava.

 

Herfyri segði forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, at hann fer at hava túsund Wagner-hermenn í landinum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

##med2##

 

Pólski innanríkisráðharrin, Mariusz Kaminski.