Vilja hava trúverdug fólk í nevndina

Samgongan fer at seta umstrídda nevnd fyrsta dagin

Nú skal nógv umrødda nevndin, sum skal gera eina nýggja fiskivinnuskipan, setast.

 

Tað boðaði Aksel V. Johannesen, løgmaður, frá í gjár.

 

Tá ið samgongan varð skipað, varð boðað frá, at ein nevnd skuldi setast at gera eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Men síðani hevur samgongan sett fleiri tiltøk í verk á fiskivinnuøkinum, men nevndin, hon er ikki sett enn.

 

Og nógv hava funnist at, hví samgongan leggur gjøld á vinnuna og ætlar at selja fiskirættindi á uppboði, áðrenn nevndin er komin til eina niðurstøðu, og at allur fiskivinnupolitikkurin kann skipast í eini heild.

 

Men nú boðar Aksel V. Johannesen frá, at nevndin verður vónandi sett fyrsta dagin. Trupulleikin hevur verið, at øll av teimum, sum hava fingið áheitan um at vera í nevndini, hava ikki svarað áheitanini enn.

 

Annars hevði nevndin verið sett hesa vikuna, sigur løgmaður.

 

Men hann vónar at tey fáa svarini sum skjótast, so at nevndin kann verða mannað, og tað verður vónandi fyri jól, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hann sigur, at nevndin verður ikki bara mannað við embætisfólkum, tí hon verður mannað við serfrøðingum, vinnulívsfólki og við fólki við vinnuligum royndum.

 

Hann leggur eisini dent á, at nevndin verður ikki vald eftir politiskum liti.

 

- Vit leggja stóran dent á at manna eina nevnd við trúverdugum fólki, og við fólki við stórari vitan. At manna nevndina við fólki, har vit kenna sjónarmiðini frammanundan, er meiningsleyst, sigur løgmaður.

 

- Tað er neyðugt at tey, sum manna nevndina, eru fólk, sum vinnan hevur álit á, tí annars er arbeiðið at kalla kolldømt frammanundan.  Tí hava vit roynt at finna fólk, sum vinnan, fakfólk, og føroyingar sum heild, hava stórt álit á.

 

Men hann vísir á, at sostatt eru einki hald í atfinningunum frá andstøðuni um, at vinnan ikki sleppur upp í part í nevndini.