Vilja hava øll norðurlond at verja grindadráp

Tað hevur stóran týdning, at Norðurlondini standa saman um rættin til at drepa grind

Norðurlandaráðið skal alment viðurkenna okkara rætt til at drepa grind. Tað halda tey politisku ungmannafeløgini í Føroyum.

 

Politisku ungmannafeløgini í Føroyum, Unga Tjóðveldið, Huxa, Framsøkin Ung, Ung fyri Miðflokkin, Sosialistisk Ung og Unga Sambandið fara nú um vikuskiftið til Reykjavíkar á fund í Norðurlendska Ungmannaráðnum.

 

Og Unga Tjóðveldi skrivar, at við sær hava tey eitt felags uppskot frá øllum seks feløgunum. Og tað uppskotið er at fáa Ungmannaráðið at samtykkja okkara rætt at veiða grind.

 

- Sannlíkt er at hetta uppskot kann fáa undirtøku millum hini ungmannafeløgini í okkara norðurlendsku grannalondum, sigur Unga Tjóðveldi

 

Verður uppskotið samtykt, verður tað lagt fyri Norðurlandaráðið, sum so skal viðgerða tað aftur.

 

- Tað kann hava stóran týdning, at norðurlondini standa saman um verja rættin, at drepa grind, sigur Unga Tjóðveldi.

 

Føroysku ungmannafeløgini halda, at tey skulu brúka teir møguleikar tey hava, at tosa um grindadráp.

 

Tey vísa á, at nógv av teimum, sum umboða hini norðurlensku ungmannafeløgini, fara einaferð at umboða tey í politikki, og tá er umráðandi, at tey skilja okkara støðu í hesum máli. Tí vóna tey, at málið verður samtykt, so at tað síðani kann verða lagt fyri Norðurlandaráðið, og verða samtykt har.