Vilja hava fólkaatkvøðu um samkynd hjúnalag

Føroya fólk eigur at sleppa at siga sína meining um samkynd hjúnalag

Føroya Fólk eigur at sleppa at siga sína meinin um spurningurin, um tað skal vera loyvt at víga samkynd pør í Føroyum, borgarliga.

 

Tað halda fleiri løgtingslimir.

 

Spurningurin hevur verið til umrøðu í Løgtinginum eina ferð, og er nú farin í nevnd at fáa eina nágreiniligari viðgerð.

 

Men orðaskiftið í Løgtinginum vísti, at útlit eru avgjørt fyri, at málið verður samtykt við einari, ella kanska tveimum atkvøðum, í meiriluta.

 

Men í hesum máli hildu fleiri politikarar, at spurningurin um samkynd hjúnalag er so grundleggjandi, at tað er ein spurningur, Føroya Fólk eigur at sleppa at taka støðu til á eini fólkaatkvøðu.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur boðað frá, at tað er hansara tilmæli í hesum máli, og nú løgtingið viðgjørdi málið, mæltu bæði Kári. P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkinna fyri Fólkaflokkin, og onnur, til tað sama, so at tað verður Føroya fólk, sum kann taka avgerðina.

 

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, helt, at tað kann vera ógvuliga freistandi, at leggja eitt mál sum hetta til fólkaatkvøðu, tí hetta er eitt mál, ið er so ringt at taka støðu til.

 

Men hon heldur, at tað luktar eitt sindur av, at politikarar eru feikir og ikki tora at taka støðu.

 

- Men eg skal ikki forða fyri at tað fer til fólkaatkvøðu, legði hon afturat.

 

Jógvan á Lakjuni biðjur eftir at málið ikki verður samtykt í løgtinginum, men at løgtingslimir hugsa seg væl um.

 

- Men skuldi tann vanlukkan hent, at tað er meiriluti í Løgtinginum fyri uppskotinum, skuldi tað farið til fólkaatkvøðu, sigur hann.

 

Annars halda fleiri tinglimir, at hetta er eitt mál, sum politikararnir eiga at hava nervar til at taka støðu til, tí teir eru valdir til at taka avgerðir, og tí skulu teir ikki skumpa ábyrgdina frá sær yvir til Føroya fólk, heldur ikki, tá ið talan er um umstrídd mál.

 

Serliga undraðust fleiri tingfólk á, at Tjóðveldi ikki vildi hava fólkatkvøðu um eitt mál, sum hetta.

 

Tey mintu á, at tað eru ikki tvey ár síðani, at Tjóðveldi legði eitt uppskot fyri Løgtingið, um, at ein triðingur av Løgtinginum, ella 11 tinglimir, skuldi altíð kunna krevja fólkaatkvøðu um eitt mál.

 

Hetta skuldi vera ein skipan, sum skuldi verja minnilutan í Løgtinginum fyri at verða trumlaðan niður av meirilutanum.

 

Men nú vil tjóðveldi ikki longur vita av hesi minnilutaverju, skutu tinglimir eftir Tjóðveldinum, tá ið løgtingið viðgjørdi spurningin um samkynd hjúnalag.