Bygdaráðið í Hvalba ætlar nú at gera meiri burtur úr at koma rottupláguni til lívs.
Í hesum sambandi hevur bygdaráðið samtykt at keypa tríggjar av teimum nútímans rottufellunum, sum nú eru komnar fram.
Nývalda bygdaráðið hevði sín fyrsta arbeiðsfund í gjár, og har varð ført fram, at ætlanin er at seta tvær av fellunum upp í Hvalba og eina í Sandvík, sum eisini er við í kommununi.
Hesar nýggju rottufellurnar eru umhvørvisvinarligar við tað, at onki eitur er í teimum, men ístaðin fyri er tað ein píkur, sum skjýtur seg niður í høvdið á rottuni og ger av hana, so at tær doyggja við brestin. Síðani dettur tann deyða rottan úr aftur felluni, og so gongur náttúran sína gongd.
– Sostatt stendst ongin umhvørvisdálking av eituri, og eitur breiðist heldur ikki í náttúrini við tað, at onnur djór eta rottur, sum liggja deyðar av eituri, sigur Niels Olaf Eyvindsson, formaður í Teknisku nevnd í bygdaráðnum.
Hinvegin hava nýggju rottufellurnar ein fyrimun afturat, og tað er, at tær hava teljara í, sum telur, hvussu nógvar rottur koma í felluna. Við hesum væntar bygdaráðið at fáa eina betri hóming av, hvussu nógv er til av rottu í kommununi.
Hinvegin ásannar Janus Thomsen, borgarstjóri, at skal nakað veruligt úrslit spyrjast burtur úr arbeiðnum at týna rottu, má tað samskipast.
– Tað er lítil nytta í, at Hvalbiar Kommuna fer at leggja eitt stórt arbeiði í at koma rottupláguni til lívs, gera aðrar kommunur tað eisini, heldur hann.
Samstundis vísir hann á, at deyðseyður, sum liggur í haganum, er ein munandi føðikelda hjá rottu, og tað er eisini ein spurningur, sum má takast upp í hesum sambandi.
Tískil fer hann at tosa við hinar borgarstjórarnar í Suðuroy um støðuna.
– Tá ið borgarstjórarnir í Suðuroy hittast aftur, fari eg at reisa málið við teir, sigur Janus Thomsen.