Vilja hava aktiva heystfrítíð

Fólkaheilsuráðið og ÍSF hava í felag sent út skriv til øll ítróttafeløg í landinum, har heitt verður á feløgini um at skipa fyri aktivitetum av ymsum slag í heystfrítíðini.

Rørsla

 

Tankin er, at feløgini hvør í sínum lagi hava opið ímillum klokkan 14 og ein ella fleiri dagar í heystfrítíðini, sum er 12. til 16. oktober. Við hesum skulu møguleikar skapast til øll – eisini tey, sum ikki eru limir – at royna seg innan ymsu ítróttagreinarnar.

- Okkara ætlan er, at tit røkka ungum sum eldri. Sjálvsagt serliga skúlaungdómi - ið jú hevur frí hesa vikuna, men eisini foreldrum og/ella ommum og abbum. Eitt hugskot frá okkum er, at tvey ættarlið royna seg, soleiðis at bæði foreldur og børn fáa nakað burturúr, verður sagt í skrivinum til feløgini.

Biðið verður um, at feløgini svara aftur til ÍSF og fólkaheilsuráðið innan 25. september, og eftir hetta verður roynt at samskipa øll tiltøkini. Millum annað við at gera skráir fyri hvørt økið sær.