Tað var Vilhelm Tórsheim í Havn, sum stóð fyri hesum arbeiði, og kostaði brúgvin 12.487 krónur at gera.
Brúgvin var eitt stórt framstig tá í tíðini. Hetta var bert fýra ár eftir, at bilarnir vóru komnir til landið og samstundis fyrsti møguleiki hjá Havnarfólki at koyra út um býin.
Øll fersla til Velbastaðar og Kirkjubøar og seinni til Gomlurætt var um hesa brúnna, líka til nýggi vegurin og nýggj brúgv vórðu tikin í brúk í fjør. Í dag stendur brúgvin sum eitt prýðiligt minni um eina farna tíð.










