Vildu forða avtalu um Kosovo

Ein kosovoalbanskur nationalistabólkur hevur roynt at steðgað góðkenningini av eini søguligari avtalu, ið normaliserar viðurskiftini millum Kosovo og Serbia.

Um 300 fólk frá bólkinum royndu í gjár at blokera inngongdina til tjóðartingið í Kosovo, so tingfólk ikki fingu atkvøtt.

Víðgongdi nationalistabólkurin vil ikki góðkenna, at fyrrverandi serbiski landsparturin fær fullveldi, men at Kosovo í staðin verður lagt aftur at grannalandinum, Albania.

Avtalan millum Kosovo og Serbia varð undirskrivað tann 19. apríl og er ein treyt fyri, at londini bæði kunnu koma nærri møguleikanum at fáa ES-limaskap.

Kosovo fer í næstan undir tingingar um fríhandilsavtalu við ES, sum er fyrsta stigið á longu leiðini fram ímóti limaskapi, og Serbia fer um ikki so langa tíð í gongd við limaskapstinginar.