Vil sleppa at lata bíligt byggilendi at byggja bústaðir á

Bústaðartrotið er tann størsta politiska uppgávan av øllum í løtuni. Tað staðfestur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

 

Hon vísir á, at ongantíð áður hava so nógvir føroyingar mangla ein bústað, og politikarar eru greiðir yvir, at tað er fólkið í Føroyum, ið skapar búskaparvøkstur. Men fáa tey einki at búgva í, er vandi fyri, at tey flyta av landinum aftur og tað vil skapa eina búskaparliga afturgongd.  

 

– Tí hava vit politikarar onki val: Bústaðarviðurskiftini mugu, og skulu, standa fremst á politisku dagskránni, og her mugu land, kommunur, privat feløg eins og almenna, verða við til at lyfta í felag.

 

Annika Olsen sigur, at sostatt hevur Tórshavnar býrað í longri tíð samráðst við umboð fyri vinnuna, ráðgevaravinnuna, fíggingarstovnar og pensjónsgrunnar í eini roynd at finna eitt privat alternativ til Bústaðir.

 

– Endamálið hevur verið at fáa pensjónspengar at virka í Føroyum og, saman við vinnuni, byggja land í Føroyum. Herfyri bleiv fyrsta samtakið, Heimbýlið,  stovnað, ið er eitt samstarv millum vinnuna, ráðgevaravinnuna og Betri Pensjón. Endamálið við tí er at byggja bústaðir, og tað er eitt frambrot. heldur Annika Olsen. 

 

Men kappgingin hjá privatum við Bústaðir, er ójøvn, serliga er stórur munur á prísinum á byggilendinum, tí almenna felagið, Bústaðir, fáa grundstykkini nógv bíligari enn onnur.

 

Og tað er serliga byggilendið, sum avlagar kappingina, og tað er eingin ivi um, at skal tað eydnast at byggja bíligar bústaðir, má prísurin á byggilendi lækka.

 

Men tað kunnu kommunur ikki, tí eftir lógini skulu tær bjóða lendi út og selja til hægstbjóðandi. Hetta er við til at hækka prísin á bústøðum.  

 

– Tískil hava vit í Tórshavnar kommunu heitt á landsins myndugleikar um at geva okkum møguleika at langtíðarleiga lendi til bústaðir. Hetta vil minka um váðan, samstundis sum hetta eisini fer at gera bústaðirnar bíligari, sigur Annika Olsen.

 

– Nú mugu landsins myndugleikar javnseta privatu vinnuna og Bústaðir, tá ið talan er um at byggja alment gagnligar leigubústaðir, leggur hon afturat.

 

Trýst HER og les meiri um, hvussu borgarstjórin í Havn metir bústaðarneyðina, og hví hon heldur, at vandi er fyri, at orðaljóðið í samgonguni kann elva til búskaparliga afturgongd.