Edmund Joensen, fólkatingsmaður heldur tað vera rætt at kanna Skráseting Føroya, sum er farin undir at kanna Eikgrunnin.
Hann heldur, at ein óheft kanning eigur at vera gjørd av skrásetingini. Hann byggir hetta á, at Skráseting Føroya í fjør gav Eik Grunninum samtykki til at veita Eik Banka kapital, so bankin kundi luttaka í Bankapakka 2.
- Landsstýrið ella løgtingið eigur at taka stig til hesa kanning. Verður onki gjørt, kunnu borgarar illa hava álit á arbeiðinum hjá Skráseting Føroya, ið hevur eftirlitið við føroyskum grunnum, sigur Edmund Joensen.