Vil hava ítróttarhøll á Argjum sum skjótast

Bogi Andreasen, býráðslimur, vil hava ítróttarhøll á Argjum raðfesta fremst í kommunuætlanini í Tórshavn.

- Ein ítróttarhøll á Argjum eigur at verða raðfest fremst, tá talan er um at víðka innanhýsis fermetrarnar hjá ítróttinum í Tórshavnar kommunu, sum eiga at økjast eftir miðvísari ætlan, skrivar Bogi Andreasen, býráðslimur í lesarabrævi.

Hann vísir á, at umstøðurnar hjá hallarítróttinum í Havnini eru langt frá nóg góðar, men at Tórshavnar kommuna hóast alt arbeiðir við at betra um tær.

Bogi Andreasen heldur, at ein ítróttarhøll á Argjum eigur at fáa fremstu raðfesting frá kommununi. Hann nevnir millum annað, at fyri trimum árum síðani varð eitt nýtt ítróttarfelag stovnað í høvuðsstaðnum, ÍA, sum fyrst og fremst skal vera eitt hondbóltsfelag fyri argjamenn.

- Býráðið eigur at seta sær eina miðvísa ætlan at víðka hallarfermetrarnar, sum ítrótturin í høvuðsstaðnum hevur stóran tørv á. Í hesari ætlan eigur høllin á Argjum at hava fremstu raðfesting, tí hesin parturin av býnum liggur lutfalsliga langt frá hinum ítróttarhallunum í Tórshavnar kommunu, skrivar Bogi Andreasen.

- Í einari miðvísari ætlan fyri ítróttarhallir eigur at verða greinað nærri, hvussu komandi hallir í høvuðsstaðnum verða best staðsettar bæði landafrøðiliga og í mun til fólkatalið, skrivar hann at enda.