Vil hava fulla semju um Suðuroyartunnilin

Allir flokkarnir á Løgtingi verða kallaðir saman at viðgera málið – men tað verður ikki heilt enn

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og fíggjarmálum, dyrgir eftir at fáa allar flokkar á Løgtingi at semjast um eina ætlan fyri at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Tað ger hann greitt eftir at Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, um framdrift er í arbeiðnum at fyrireika Suðuroyartunlinum.

Jørgen Niclasen sigur, at tað er tað - og gongst sum ætlað, verður seinasta hond løgd á jarfrøðiligu kanningarnar næsta ár.

 LES MEIRI UM TAÐ HER: Suðuroyartunnilin: Fyrireikingarnar lidnar næsta ár

Landsstýrismaðurin sigur, at umframt at gongd er í teimum jarðfrøðiligu kanningunum, verður eisini arbeitt við at kanna tann búskaparliga partin av verkætlanini. Í hesum sambandi skulu ymsar greiningar gerast, bæði í sambandi við samfelagsbúskapin, kostnyttu og útlát av vakstrarhúsgassum.

Somuleiðis er ætlanin at hyggja nærri eftir, hvussu verkætlanin skal fíggjast og harafturat verður tað eisini neyðugt at gera eina trygdarmeting. Harumframt skulu eisini náttúrukanningar og fornfrøðiligar kanningar, og aðrar kanningar, gerast. Jørgen Niclasen sigur, at ætlanin er at fara undir tað arbeiðið í ár.

Jørgen Niclasen sigur eisini, at endamálið hjá honum er at fáa eina felags semju í Løgtinginum um ætlanina, eins og ein felags semja fekst um at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Í hesum sambamdi ætlar hann at kalla allar flokkar á tingi saman at viðgera Suðuroyartunnilin og tey viðurskifti, sum hava týdning í hesum sambandi.

Men fleiri av hesum spurningunum kunnu illa viðgerast, fyrrenn fleiri kanningar og fyrireikingar eru gjørdar, og fyrr enn ein trygdarmeting fyriliggur av tunlinum. Og tí er tað heldur ikki heilt greitt, nær tað verður, at teir politisku flokkarnir verða kallaðir saman.

Jørgen Niclasen sigur, at Landsstýrið ætlar at stovna eitt alment felag fyri Suðuroyartunnilin og tað verður gjørt seinni, tá ið verkætlanin er búgvin til tað, og tá ið Løgtingið og Landsstýrið, hava viðgjørt málið og hava tikið støðu til teir stóru spurningarnir, sum hava týdning fyri verkætlanina.

Jørgen Niclasen sigur, at í langtíðarætlanini hevur Landsstýrið gjørt av at seta 100 milliónir av um árið til partafelagið, sum skal standa fyri verkætlanini, og fyrsta gjaldið fellur til gjaldingar í 2025.