Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair og fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush eiga at koma fyri Altjóða Revsirættin í Haag fyri teirra lut í krígnum í Irak. Tað skrivar suðurafrikanski erkabiskupurin Desmond Tutu í einari grein í bretska blaðnum The Observer.
Tutu leggur teir báðar fyrrverandi leiðararnar undir at lúgva um hópoyðingarvápnini hjá Irak, og hann heldur, at kríggið í Irak hevur elvt til størri óvissu og størri spjaðing í heiminum enn nøkur onnur kreppa í søguni.
-Fyrrverandi leiðararnir í USA og Bretlandi funnu upp á eina orsøk, so teir kundu vera sum ófriðarkroppar í einum skúlagarði og spjaða okkum. Teir hava rikið okkum út á eggina, og har standa vit nú við Iran og Sýrialandi framman fyri okkum, skrivar Tutu.
Suðurafrikanski erkabiskupurin og friðarheiðurslønarvinnarin vil vera við, at tað eru aðrar reglur fyri leiðarar í Vesturheiminum enn leiðarar í Afrika, tá tað snýr seg um rættarsókn. Bara talið á deyðum í Irak-krígnum er nóg mikið til eitt rættarmál í Haag, skrivar hann.